Tíðindi

Ongar telefonir uttan arbeiðstelefonir?

Á nógvum lærarastovum kring landið hevur telefonnýtsla, telefonreglurr og telefonbann verið kjakevni seinastu tíðina. Tað er gleðiligt, tí tað er veruliga tørvur á at kjakast um hetta, tí telefonin er ein øgiliga samansett avbjóðing, sum hevur við sær fyrimunir og vansar. Fyri okkum lærarar og fyri næmingarnir. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

25.03.2025

Tað eru fáir lærarar, um yvirhøvur nakar, sum er av teirri fatan, at telefonnýtslan í skúlanum ikki skal avmarkast á onkran hátt.

Áðrenn skúlar byrjaðu at gera reglur um telefonbrúk í skúlunum, var snildfonin ein stór avbjóðing, tí hon varð brúkt til alt annað enn tað, sum ynskiligt var, at hon varð brúkt til.
Síðan skúlar byrjaðu at gera skilhaldsreglur hesum viðvíkjandi er støðan batnað.

Farna tórsdag sat eg í Løgtinginum og lýddi á, ímeðan onnur viðgerð av uppskoti til samtyktar um ikki at loyva fartelefon í fólkaskúlanunum var.
Eitt áhugavert orðaskifti, har løgtingslimir lýstu avbjóðingar við telefonini innan skúlans gátt.
Tað er at gleðast um, at skúlin fær umrøðu í tinginum, og at løgtingslimir vísa skúlanum ans, so hann kann gerast enn betri.

Tað hevur týdning, at vit seta orð á avbjóðingar, sum vit dagliga møta í skúlanum, tað hevur týdning, at vit fáa sagt okkara hugsanir og kjakast, hvussu vit vilja, at skúlin skal verða innrættaður.

Tí gleðist eg um uppskotið, ið varð lagt fyri tingið.

Sjálvt uppskotið hevur birt undir kjakið, og vit hava, sum áður sagt, veruliga tørv á einum kjaki um hetta evnið. Tí tað ávirkar okkum øll so ella so.

Sjálvur taki eg ikki undir við at lóggeva telefonnbann í skúlunum. Eg meti, at tann betra loysnin er, at skúlarnir sjálvir skipa umstøðurnar, tí tað er til dømis ymiskt, hvat riggar til hvønn skúla. Eisini er so stutt síðan, at landsstýrismaðurin broytti kunngerðina um atferðarreglur, so telefonnýtsla nú er umfatað av reglunum. Lat okkum royndarkoyra hetta í eini tvey trý ár, eftirmeta og tá taka støðu til tær broytingarnar, sum møguliga skulu gerast tá.

Eg taki fult undir við, at snildfonin skal avmarkast í tann mun, at hon ikki verður brúkt í skúlatíðini. Tí tað er ikki neyðugt. Snildfonin er ikki eitt arbeiðsamboð til næmingarnar.

Fyri fleiri næmingar er tað bara í skúlanum, at teir hava skipaðar umstøður, tá ið talan er um skermnýtslu, skermtíð osfr. Hetta er løtan, tá telefonin er stongd inni í einum skápi. Tá tey so fara heim, eru ongar reglur fyri, hvussu nógv skermurin kann brúkast, og hvat hann kann brúkast til.

Eitt, sum eg sakni í kjakinum, er støðan við telefonunum hjá okkum lærarum. Vit hava øll keypt okkum telefonir, og tær enda við at verða brúktar sum arbeiðsamboð.
Hvussu skráseta vit fráveru? Hvussu svara vit teldupostum? Hvussu samskifta vit við foreldur, næmingar og onnur? Hvat gera vit, tá næmingarnir skulu ringja heim? Tá foreldrini ringja? Í flestu førum brúka vit okkara egnu telefonir og okkara egnu telefonnummur.

Tá nú alt verður lagt um til talgildar skipanir, eri eg av teirri fatan, at neyðugu arbeiðsamboðini fylgja við. Ein arbeiðsgevari má tryggja, at starvsfólkið hevur neyðugu amboðini, so møguleiki er at gera arbeiðið.

Tað fer at lætta um arbeiðsbyrðuna, tá lærarar fáa arbeiðstelefon og telefonnummar. Tá ber til at skipa tíðina, ein er til arbeiðis, og at seta mørk fyri, nær mann er tøkur, og nær man hevur frí.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni