Tíðindi
26.08.2022
Seinastu árini er greipan av orðunum børn og ung dúgliga sett saman við greipuni sálarligar avbjóðingar. Samstundis sum gransking vísir, at ov nógvir næmingar stríðast, og ábendingar eru um, at talið er vaksandi, so trívast tó fleiri.
Tilmælið Ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum og útbúgving frá 2021 sigur: „Gransking av føroyskum fólkaskúlanæmingum í hádeild hevur víst, at ein stórur partur hevur tað gott, hóast tey hava ymiskt at stríðast við (Gaini, 2013). Onnur føroysk gransking hevur víst, at á leið 20 % av 8. floks næmingum høvdu sálarheilsutrupulleikar, sum høvdu neiliga ávirkan á teirra gerandisdag (Petersen et al., 2013). Í 2016 vísti kanning hjá Fólkaheilsuráðnum, at 18 % av vaksnum borgarum hava vánaliga sálarheilsu (Fólkaheilsuráðið, 2017).”
Tá ið vit lesa hetta, kunnu vit samstundis lesa inn í granskingina eina leysliga meting av, at stórur partur av fólkaskúlanæmingunum í hádeild hava tað gott. At á leið 80 % av 8. floks næmingum hava sálarheilsu, sum ikki hevur neiliga ávirkan á gerandisdag teirra. At 82 % av vaksnum borgarum hava ikki stórvegis avbjóðingar at dragast við.
Spurningurin er tá, hvussu vit saman kunnu skapa góðar felagsskapir, har enn fleiri trívast.
Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at sálarlig heilsa er ein støða í vælveru, har tú fært gagnnýtt tínar førleikar, hevur orku at liva í vanligum gerandisavbjóðingum, fært høvi til at vera virkin og vísa á persónlig úrslit og megnar at geva av tær sjálvum til felagsskapin, sum tú ert partur av.
Vit skulu við øðrum orðum skapa karmarnar, har børn og ung kenna vælveru, gagnnýta førleikar, hava orku at liva í gerandisavbjóðingum, eru virkin, vísa úrslit, megna at geva og vera partur av felagsskapinum.
Okkum tørvar við hesum persónliga viðkomandi og mennandi felagsskapir.
Per Schultz Jørgensen, granskari, vil vera við, at vit koma ikki víðari, um vit halda fram við at fagna og varpa ljós á einstaklingin. Tá ið vit so tíðliga, sum vit gera, geva børnum og ungum ábyrgd fyri egnum valum, tørvar okkum meira enn nakrantíð at styrkja felagsskapin. Tí tá ið einstaklingurin er í miðdepli, er felagsskapurin ikki longur nakað, vit bara fáa. Soleiðis var tað fyrr. Tá gjørdust børn og ung ein partur av felagsskapinum hjá foreldrunum í felagsuppgávum, har tey búðu. Í dag er neyðugt at tey, longu sum børn og ung, gerast før fyri at skapa netverk ella felagsskapir, sum eru viðkomandi fyri tey, og sum kunnu tillagast alt eftir, hvussu persónligi tørvurin broytist.
Alt gott um, at vit hava rist siðbundnu felagsskapirnar av okkum, men enn tørvar okkum felagsskapin so ella so.
Við týðandi dimensjónunum í skúlanum, sum eru trivnaður, læring og inklusjón, er hugsandi, at vit hetta skúlaárið, eisini við omanfyrinevndu gransking í huga, skulu seta okkum trý mál at menna: Sosialan trivnað, fakligan dugnaskap og persónliga viðurkenning, og í hesum trimum finna inn til einstaklingin, ið saman við øðrum fær møguleika at finna seg til rættis.
Torført er at siga, um tað er felagsskapurin, sum skapar trivnað, ella øvut. Óivað er tað mest sannlíkt, at hesi bæði sínámillum hava ávirkan. So um vit styrkja læringina í sunnum felagsskapum, so gagnar tað trivnaðinum.
Við vón um eitt mennandi skúlaár fyri enn fleiri í felagsskapunum, har stór og smá – eisini saman við foreldrum og samfelagi sum heild – saman styrkja persónligar førleikar og fakligan dugnaskap.
Vælkomin aftur í skúla!
Klumma eftir Tóru við Keldu, lærara og forkvinnu í MEGD