Tíðindi
12.06.2024
- Fyrst og fremst mugu vit skapar karmarnar soleiðis, at næmingarnir trívast og læra. Eg veit, at nakrir næmingar kunnu fáa eitt gott skúlatilboð aðrastaðni. Tó er okkara mál, at teir næmingar, sum ganga her, fáa eitt gott og mennandi skúlatilboð og endaligt prógv eftir níggju ella tíggju ár. Teir, sum kanska ikki megna eitt fult endaligt prógv, skulu í øllum førum hava fingið grundleggjandi og førleikagevandi vitan, sum kann gera teir so virknar í samfelagslívinum sum gjørligt, sum eisini ger teir førar fyri at fara víðari eftir loknan fólkaskúla.
Berlys vísir á, at næmingarnir jú eru heil menniskju, sum skulu læra at vera virknir samfelagborgarar. Her eru fleiri viðurskifti, sum vit sum leiðsla saman við lærarum og námsfrøðingum skulu hava fyrilit fyri, tí uppgávan er sera samansett.
- Tað er so øgiliga ymiskt, hvussu næmingar eru og læra. Uttan undantak eru menniskju tó fødd sum sosialar verur, og sjálvt um ein næmingur til dømis ikki hevur eitt talumál, so er tað okkara uppgáva at sáa vón og geva teimum møguleika at læra og amboðið at samskifta við, so teir kunnu gerast partur av einum felagsskapi.
- Tað nyttar einki, at vit sum skúli bara hava fyrilit fyri ella menna ein part av tí at vera menniskja, tí vit eru heil menniskju, og Føroyar hava brúk fyri okkum øllum. Tí skulu vit í fólkaskúlanum, við góðum samstarvi við Undirvísingarstýrið og myndugleikar annars, gera alt, vit kunnu, fyri at liva upp til tey rættindi, sum børn og ung eiga í dagsins samfelagi. Næmingarnir hava ymiskan tørv, og tað kunnu vit einki gera við. Men vit kunnu við virðing skapa eitt umhvørvi, har teir fáa møguleika at gerast so sjálvbjargnir, sum møguligt.