Tíðindi
06.04.2018
Okkara børn hava í veruleikanum ikki nakra serliga ávirkan á sína egnu skúlagongd. Soleiðis svarar nærum helmingurin av 1.270 foreldrum at børnum í fólkaskúlanum í eini spildurnýggjari kanning, sum tíðarritið Skolebørn í Danmark hevur gjørt. Bara 6 prosent meta, at børnini í ein mun hava ávirkan á skúlagongdina; tað er eitt rák, sum skal takast í álvara, heldur Mette With Hagensen, forkvinna í danska foreldrafelagnum Skúli og foreldur.
"Fólkaskúlin hevur eina serliga uppgávu at forma framtíðar samfelagsborgarar; tað er jú sjálvt endamálið við fólkaskúlanum. Tí er tað sera óheppið, at tað eru so fá foreldur, sum halda, at børnini hava ávirkan á skúlan. Tað er eitt týðiligt tekin til skúlastýrini um, at vit skulu fá næmingaávirkan og fólkaræði á dagsskránna," sigur hon.
Næmingar eftirlýsa veruliga ávirkan
Úrslitið av kanningini kemur ikki óvart á formannin fyri Danskar Skúlanæmingar, Jakob Bonde Nielsen.
"Eg eri sera harmur at hoyra tað, men vit hoyra tað sama frá okkara limum. Teir allar flestu næmingarnir halda ikki, at teir hava veruliga ávirkan á skúlan. Kanska tað eydnast teimum at skaffa nakrar nýggjar bóltar til flokkin, men tá ið talan er um hugskot til meiri motiverandi undirvísing, er skúlin ikki áhugaður at lurta eftir teimum, ei heldur at handla út frá hugskotunum, ið næmingarnir hava," sigur Jakob Bonde Nielsen. Tað er ein trupulleiki fyri demokratisku danningina, sum annars er ein týdningarmikil partur av tí, sum næmingar skulu hava út úr fólkaskúlanum.
"Tað er ógvuliga demotiverandi og beinleiðis skaðiligt fyri demokratiska dannilsið av næmingum. Tá ið tú ikki følir, at tey vaksnu taka tíni sjónarmið í álvara, so hevur tú heldur ikki hug at taka virkið lut í demokratinum, tá ið tú kemur úr skúlanum," sigur Jakob Bonde Nielsen.
Næmingaávirkan motiverar
Formaðurin í næmingaráðnum heldur ikki, at næmingar skulu hava ávirkan á alt, men lærarar kunnu fáa nógv gott burtur úr at draga næmingarnar við inn í undirvísingina í størri mun. Tað kundi til dømis verið at givið næmingum møguleika fyri at atkvøða um, hvørja bók teir skulu lesa, vera við til at leggja eina undirvísingargongd til rættis, velja um teir skulu arbeiða í bólki ella hvør sær, og hvussu rørsla kann verða brúkt í undirvísingini. Umframt at gera næmingarnar til demokratiskar borgarar, so hevur tað eisini positivt gagn á motivatiónina, trivnaðin og læringina, heldur Jakob Bonde Nielsen. Danskir Skúlanæmingar hava í samstarvi við Aarhus Universitet kannað, hvat hendir, tá ið tú letur næmingar hava ávirkan á undirvísingina.
"Næmingarnir verða nógv virknari í undirvísingini, teir eru glaðari fyri at ganga í skúla og uppliva at læra meiri. Tað er sum heild ein trupulleiki, at næmingar í fólkaskúlanum vanta motivatión - serliga í teimum eldru flokkunum - so vit mugu hugsa øðrvísi og draga næmingarnar við inn í undirvísingina og tilrættaleggingina av henni," sigur hann.
Les alla greinina á:
http://skoleborn.dk/feb_2018/vores-beorn-har-ikke-indflydelse-paa-deres-skolegang.html?utm_source=Tilmeldte+Skoleb%C3%B8rn&utm_campaign=353dea7603-EMAIL_CAMPAIGN_2018_03_13&utm_medium=email&utm_term=0_3d18e8cde3-353dea7603-526646365