Tíðindi

Nýtt ár, nýtt aðalráð og nýggjur landsstýrismaður

Tað er spennandi at virka undir tí nýggja Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Tankarnir hjá landsstýrinum við nýggja ráðnum, at allar skipanir fyrst og fremst skulu tæna barninum, eru góðir, men spurningurin er, hvussu ráðið og arbeiðið verður skipað. Eg vóni, at landsstýrismaðurin og ráðið annars skjótt finna fótafestið og stevið, tí at børnini og fólkaskúlin hava ikki stundir at bíða. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

22.02.2023

So er skúlin komin væl í gongd í tí nýggja árinum við nýggjum landsstýrismanni í einum spildurnýggjum aðalráði. At koma í gongd aftur eftir eina frítíð tekur altíð nakrar dagar, lærararnir skulu saman við næmingunum fáa fatur á tráðnum aftur, og næmingar skulu venja seg við at vakna tíðliga og at fara í song í rímiligari tíð, so at orkan er til at hugsavna seg í skúlanum.

Tað er spennandi at virka undir tí nýggja Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Tankarnir hjá landsstýrinum við nýggja ráðnum, at allar skipanir fyrst og fremst skulu tæna barninum, eru góðir, men spurningurin er, hvussu ráðið og arbeiðið verður skipað. Eg vóni, at landsstýrismaðurin og ráðið annars skjótt finna fótafestið og stevið, tí at børnini og fólkaskúlin hava ikki stundir at bíða.

Í fólkaskúlanum hava vit stóran tørv á, at landsstýrið fær framt neyðugar dagføringar, ábøtur og útbyggingar av skúlanum, tí at fólkaskúlin er forsømdur. Taka vit støði í samgonguskjalinum, so sær gott út. Við at fleiri góðir og týðandi partar eru settir á pappírið um fólkaskúlan, og náa vit á mál við hesum ætlanum, so fáa vit ein enn betri fólkaskúla. Men pappírið er takksamt, og einsamøll muna orðini lítið, men orðini eru ein góð byrjan, nú kunnu vit seta okkara álit á, at landsstýrismaðurin fær ført tað út í verkið, sum samgongan hevur sett sær fyri.

Vit eiga ein góðan fólkaskúla, men hann kundi verið enn betri. Flestu næmingarnir trívast í skúlanum, men vit hava nakrar næmingar, ið vit mugu vera serliga um, og vit møta fleiri og fleiri næmingum í skúlanum, sum hava størri og meira samansettar avbjóðingar at dragast við, enn vit hava verið von at møtt, og skúlin hevur ikki hóskandi umstøður til allar hesar.

Síðstu árini hevur fokus verið á at fáa næmingar at trívast betur í skúlanum og í lívinum. Hetta hevur verið tiltrongt, tí vit hava fleiri børn og ung, sum stríðast og hava ilt við at finna sítt pláss í skúlanum og í lívinum. Nøkur ítøkilig úrslit eru eisini komin burtur úr hesum, sum hava gjørt dagin lættari hjá fleiri næmingum og lærarum, eitt nú eru fleiri pláss í serflokkunum, ein trivnaðarráðgevi er settur í starv fyri fólkaskúlan, og undirvísingin í føroyskum sum annaðmál er ment.

Tað er avgerandi, at næmingarnir trívast í skúlanum; eins týdningarmikið er eisini, at lærarin trívist í sínum starvi, so at hann hevur orkuna at taka sær av næmingunum. Lærarin er drívmegin í skúlanum, tí er alt tos um ein góðan skúla, tíansheldur ein betri skúla, høpisleyst, um teir lærarar, ið dagliga mynda skúlan, ikki trívast. Landsstýrismaðurin kundi eisini sett trivnaðin hjá læraranum á skránna, tann íløgan hevði givið okkum ein enn betri skúla.

Fólkaskúlin hevur verið forsømdur í politisku skipanini, og tí manglar okkum at fáa tíðarhóskandi umstøður til næmingar og lærarar. Sum dømi kann nevnast, at námsætlanirnar ikki eru dagførdar, tað mangla møguleikar at undirvísa næmingunum í smærri bólkum, lítið pláss er fyri handaligum, verkligum og kannandi arbeiðsháttum, íløgur í eftir- og serútbúgvingar av lærarum eru forsømdar og flokslæraranum manglar tíð at vera um næmingarnar.

Vit eiga ein fólkaskúla, ið vit kunnu líta á, men tað er nógv at tríva í. Vit ynskja landsstýrismanninum í skúlamálum hepna hond við starvinum við ynski um, at vit saman kunnu røkka málinum um ein enn betri fólkaskúla, børnunum og eftirkomarum okkara at gagni.

Oddagrein í Skúlablað nr 1, 2023, sum er komið í dag.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni