Tíðindi
10.04.2025
Talan er um nýtt tilfar, sum er givið út í Noregi og er týtt og lagað til brúk í føroyska fólkaskúlanum. Norska útgávan er frá 2020.
Fyrsta bókin, Enskt 4, er til næmingar í 4. flokki, og ætlanin er at geva bøkurnar til hini floksstigini út so við og við, so hvørt tær eru klárar til útgávu.
– Vit halda, at talan er um sera gott og fjølbroytt tilfar, sum hóskar væl til tíðina og okkara næmingar, sigur Gunvá Magnussen, ritstjóri á Námi.
Hon vísir á, at nakað av tíð er liðin, síðan tilfar seinast varð latið úr hondum til undirvísing í enskum.
Tað er Durita Eldevig Olsen, lærari í Fuglafjarðar skúla, sum hevur týtt og lagað tilfarið til føroyskt. Hon undirvísir næmingum í 4. og 5. flokki í enskum og fegnast um nýggja tilfarið.
– Tíðin er búgvin til nýtt og tíðarhóskandi og meiri rúgvusmikið tilfar, og tað er ein fongur at fáa hesar bøkurnar út, sigur Durita Eldevig Olsen.
Tað er ikki av tilvild, at fyrsta bókin kemur út nú í vár. Tað verður gjørt, so stundir eru hjá skúlum at leggja undirvísingina til komandi skúlaár til rættis, og lærarar eru brynjaðir at taka bókina í nýtslu, tá ið farið verður aftur í skúla eftir summarfrítíðina.
Í tí sambandi skipar Nám tíðliga í heyst fyri skeiði fyri lærarar, sum hava áhuga at læra um nýggja tilfarið, og hvussu tað á skilagóðan hátt kann verða brúkt í undirvísingini. Skeiðsundirvísari verður Durita Eldevig Olsen, lærari og týðari.
– Eg haldi, at lærarar eru spentir upp á nýggju útgávuna og hava saknað nýtt og dagført tilfar, sigur týðarin.
Sjálv hevur hon loddað dýpið millum næmingarnar í Fuglafirði við brellbitum úr nýggju bókini, og alt bendir á, at talan er um tilfar, sum fangar áhugan hjá næmingunum.
Um fyrstu bókina, Enskt 4, siga ritstjórin á Námi og lærarin úr Fuglafirði, at tilfarið er gott, áhugavert og viðkomandi. Bókin viðger eitt nú evni um tolsemi, um at rúma øðrum fólkasløgum og fólki við øðrvísi hugsanum og áskoðanum og um náttúru, veðurlagsbroytingar og avleiðingar fyri djór, plantur og menniskju.
Bókin er ógviliga væl skipað. Hon er býtt sundur í fýra kapitlar við trimum torleikastigum.
Millum fýra og seks tekstir eru í hvørjum kapitli, og teir eru ymiskir í longd og vavi. Tað veldst um torleikastigið.
Nógvir ymiskir tekstir eru í nýggju bókini, og tað er ein fyrimunur, heldur Durita Eldevig Olsen, tí tað mennir orðfeingið og førleikarnar hjá næmingunum at lesa bæði styttri og longri tekstir á enskum máli.
Allar myndir og tekningar í bókini eru tillagaðar føroysk viðurskifti, so tað kennist heimligt og fjálgt. Tí arbeiðinum hevur Allan Korsager Davidsen, grafikari, staðið fyri.
Ein arbeiðsbók til næmingarnar fylgir við, og til læraran fylgir ein vegleiðing, sum vegleiðir og veitir góð hugskot og íblástur til, hvussu tilfarið kann nýtast í undirvísingini.
Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2025, sum akkurát er komið. Heini Nygaard hevur tikið myndina.