Tíðindi
22.10.2024
Leyp er undirvísingartilfar til føroyskt sum annaðmál og er skipað í tríggjar røðir: eina grøna, eina violetta og eina bláa. Í røðini eru fimtan evni í trimum bólkum, og tískil eru tríggir amboðskassar. Til hvønn amboðskassa er ein uppgávubók við fimm evnum, har næmingurin fær innlit í grundleggjandi orðfeingi, ið snýr seg um eitt ávíst evni. Hartil eru minniskort, kinestetiskar og taktilar uppgávur, talgildar uppgávur og spøl.
Tilfarið er ætlað børnum frá forskúlaaldri og uppeftir og tekur støði í endamálinum, sum er fyri føroyskt sum annaðmál í námsætlanini frá 2023, at Undirvísingin í føroyskum sum annaðmáli hevur til endamáls, at næmingarnir við støði í egnum málsligum førningi ogna sær grundleggjandi førleikar at samskifta á føroyskum. Tað er at skilja, tosa, lesa og skriva føroyskt. Her verður staðfest, at Undirvísingin í føroyskum sum annaðmáli hevur serliga støðu, tí undirvísingin skal skipast soleiðis, at hon stuðlar fortreytum næminganna at taka lut í undirvísingini í øllum lærugreinum í flokkinum. Tískil er týdningarmikið at arbeiða við gerandismáli, samstundis sum næmingarnir skulu læra skúla- og yrkisorð í ymisku lærugreinunum.
Í námsætlanini fyri føroyskt sum annaðmál verður áherðsla løgd á, at Næmingarnir skulu læra føroyskt við at knýta og samanbera føroysk orð og hugtøk við fyrstamálið og onnur mál, sum tey duga frammanundan. Tískil eigur lærarin at eggja næmingunum at brúka sítt fyrsta mál sum grundarlag við t.d. at skriva og siga orð og hugtøk á egnum máli og føroyskum.
Minniskortini eru ætlað at verða nýtt at byggja upp orðfeingi og til endurtøku. Kinestetisku og taktilu uppgávurnar eru sjálvrættandi vindikort og klemmiuppgávur. Talgildu uppgávurnar eru sjálvrættandi og á ymiskum torleikastigi. Tú finnur uppgávur og ljóðfílur við at fylgja QR-kodunum í bókini. Talgildar uppgávur liggja eisini á palli hjá Námi.
Andriása Dam Joensen hevur skrivað, Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen hevur ritstjórnað, Anna Mai N. Joensen hevur myndprýtt, og Jenny Svabo hevur sett upp. Nám hevur givið út.
Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2024.