Tíðindi
15.04.2016
Í hvørjum podcasti tosar Jóhannes Miðskarð við ein granskara, ið granskar innan økið. Eitt nýtt podcast verður sent út fyrsta í hvørjum mánaði á enskum.
Endamálið við podcastinum er at breiða gransking innan leiðslu til námsfrøðiligar stovnar meira út. Málbólkurin er granskarar og fólki við áhuga innan leiðslu av skúlum, dagstovnum og ser- og sosialnámsfrøðiligum stovnum.
Í fyrsta podcasti hevur Jóhannes samrøðu við Jill Jameson, ið er professari á University of Greenwich í London. Jill Jameson tosar um álit, útlutað leiðslu og samstarv millum leiðarar og granskarar.
Tað er møguligt at hoyra podcastið her:
https://itunes.apple.com/dk/podcast/research-in-leadership-in/id1102905542
http://www.subscribeonandroid.com/www.enfeedia.com/see/midskard/Leadershipresearch.xml
http://www.stitcher.com/podcast/research-in-leadership-in-schools-early-childhood-settings-and
Harafturat verður samskift um podcastið á hesum facebookbólki:
https://www.facebook.com/groups/166339847079023/
Jóhannes Miðskarð er Ph.d., adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu & fyrisiting.