Tíðindi
29.03.2019
Danskt fyllir framvegis rættiliga fitt í útbúgvingar- og undirvísingarskipanini í Íslandi. Í Íslandi er tað eins og í Føroyum krav um, at undirvíst verður í donskum. Danskt er kravt sum annað fremmandamálið í fólkaskúlanum og sum fremmandamál í eitt ár í miðnámi. Tí hava Danmark og Ísland í 22 ár samstarvað um at styrkja undirvísingina í donskum til gagns fyri børn og ung í Íslandi.
Merete Riisager og Lilja Alfreðsdóttir hava tí skrivað undir nýggjan sáttmála um framhaldandi stuðul til undirvísingina í donskum í íslendsku skúlaskipanini. Sáttmálin hevur eitt nú við sær, at Danmark rindar Íslandi 3,1 milliónir krónur í tíðarskeiðinum 2019-2024. Talan er um eina endurnýggjan av verandi sáttmála og tí framhald av skipanini, sum er í gildi.
Kelda: uvm.dk