Tíðindi
21.08.2020
Listaleypurin er fyltur við einum hópi av spennandi framførslum, dagsverkstovum og longri verkstovum. Leypurin hevur ikki færri enn 17 tilboð at velja ímillum á skránni fyri skúlaárið 2020-21.
Skúlar kunnu melda seg til á heimasíðuni www.listaleypurin.fo Her liggur tilfar um hvørja einstaka verkætlan, sum hevur sín egna bredda á heimasíðuni. Úr rúgvuni kunnu vit nevna verkstova um nýmótans endurnýtsluklæði, mytologiskar verur úr sjónum og ljóðspáking í náttúruni, trølladukkuverkstova og mangt annað. Kunnu tykkum við verkætlanirnar her: https://www.listaleypurin.fo/#yvirlit