Tíðindi

Nýggjur barnaskúli í Fuglafirði

Fuglfirðingar hava sett eina bygginevnd at gera eina tørvslýsing í sambandi við at byggja nýggjan skúla. Kortini er eingin staðseting ella nøkur tekning komin á borðið enn. Í Fuglafjarðar skúla eru tvey fólk í leiðsluni, 24 lærarar og tveir stuðlar til 269 næmingar

11.03.2016

- Men spurningurin er rætt og slætt, hvat vit hava brúk fyri her í Fuglafirði, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri.

Tað, sum heilt ítøkiliga liggur í kortunum nú, er ein barnaskúli, 1. til 7. flokk. Allar undankanningar hjá tí kommunalu bygginevndini skulu vera lidnar 1. juni í ár. Í bygginevndini er ein kommunustýrislimur, ið er formaður, stjórin í Fuglafjarðar skúla, eitt læraraumboð, eitt umboð fyri skúlastýrið, byggiverkfrøðingurin hjá kommununi, mentanarleiðarin í Fuglafjarðar kommunu og MapArkitektar eru konsulentar.

Nú nevnd er sett at kanna tørvin á nýggjum barnaskúla í Fuglafirði, er tað tí, at tørvur er á nýggjum skúla.

- Skúlarnir báðir í Fuglafirði eru ávikavist frá fyrst í 30-unum og fyrst í 60-unum. Tí sigur mann, at nú er tíð upp á at fara í holt við tað næsta, sigur skúlastjórin, sum ikki ivast í, at kommunan fer undir byggingina.

Einar tvær milliónir krónur eru avsettar í ár til fyrireiking at byggja skúlan, og sambært skúlastjóranum er ætlanin at fara í gongd við at byggja næsta ár – í 2017. Men sjálvandi er ikki gott at vita í løtuni, hvat úrslitið verður. Eitt er, hvat politikararnir siga, eitt annað er, hvat undirtøka er fyri at fara undir eina so stóra verkætlan, sum skúlabygging altíð er.

Tað ljóðar, at ætlanin er at byggja á sama stað, sum 60-ara skúlin stendur nú, altso staðsetingin verður har. Tað er kortini ikki avgjørt enn. Talan hevur verið um Kambsdal eisini, men sum skilst vil kommunan fegin hava nýggja skúlan bygdan í miðdeplinum, sum er mitt í bygdini, har tann stóri skúlin stendur.

- Enn er tó ikki avgjørt, um verandi skúli verður renoveraður ella, um hann verður niðurtikin, og nýggjur bygningur verður reistur á staðnum, sigur Ólavur Thomsen, og tað er nettupp tað, sum verður kannað í løtuni.

Tað er einki dulsmál, at Fuglafjarðar kommuna, sum fevnir um Fuglafjørð og Kambsdal, hevur ætlað í fleiri ár at byggja nýggjan skúla, men har er eisini samstarv við aðra kommunu, Eysturkommunu, sum fevnir um bygdirnar Leirvík, Norðragøtu, Gøtugjógv, Syðrugøtu og undir Gøtueiði, og báðar kommunurnar leggja upp fyri tí, sum hvør kommuna heldur vera best í sambandi við at víðka umstøðurnar á øllum stigum – grundstigi, miðstigi og hástigi. Komið er ikki á mál við ætlan og tingingum um framhaldsdeildina, sum annars er í skúlanum í Fuglafirði.

Eitt er kortini vist, og tað er, at nú ber ikki til at bíða longur. Fuglafjarðar hevur brúk fyri einum nýggjum barnaskúla frá 1. til 7. flokk, tað er skúlin, sum ikki er ein partur av samstarvinum millum Fuglafjarðar og Eysturkommunu.

Myndin:

Ólavur Thomsen, skúlastjóri í Fuglafirði, sigur, at nú nevnd er sett at kanna tørvin á nýggjum barnaskúla í Fuglafirði, er tað tí, at tørvur er á nýggjum skúla

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni