Tíðindi
22.01.2017
Breið semja var um, at hetta var eitt gott tiltak við kunning, íblástri og amboðum til nýggju skúlastýrini, sum júst hava tikið við.
Annika Sølvará, forkvinna í Heimi & Skúla, var orðstýrari á fundinum. Hon bjóðaði vælkomin og greiddi frá endamáli og skrá. Seinni leiddi hon kjakið.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, legði fyri við eini hugsjónarligari røðu við denti á fólkaskúlan og fólkaræði. Síðani hevði hon eina framløgu um skúlastýrisskipanina, um ábyrgdarøki og um uppgávurnar. Framløgan sæst her
Gestarøðari var Mette With Hagensen, forkvinna í Skole & Forældre í Danmark. Hon hevði eina drúgva og spennandi framløgu í tveimum pørtum. Fyrst varð ein stutt innleiðing um arbeiðið hjá Skole & Forældre, síðani var farið runt í allar krókar av skúlastýrisarbeiði. Hví velja fólk at stilla upp til skúlastýri, hvat kunnu tey gera har, hvussu eiga skúlastýri at arbeiða og hvussu fæst besta samskifti við leiðslu skúlans og heimini. Hon kom við fleiri dømum og góðum hugskotum til, hvussu nýggju skúlastýrini kunnu fara til verka og arbeiða komandi árini. Framløgan hjá Mette With Hagensen sæst her
Í steðginum var høvi hjá fólki at práta og deila vitan og royndir. Aftaná báðar framløgurnar var høvi at seta spurningar og kjakast.
Ætlanin var at hava eitt umfar við bólkapráti til endans, men tíðin rann undan. Í staðin var kjakast í felag. Her vóru eisini fleiri góð hugskot og viðmerkingar á lofti.
Eitt uppskot var at broyta skipanina, soleiðis at tað eru fleiri foreldraumboð á stóru skúlunum, hildið verður at trý umboð er ov lítið á skúlum við fleiri hundrað næmingum. Í Danmark eru fleiri umboð á størru skúlunum og har tað eru skúlar við fleiri deildum.
Eitt ynski, sum varð reist og sum fleiri tóku undir við, var at heita á myndugleikarnar um at samsýna skúlastýrisarbeiðinum eins og hóskandi. Hetta er mál, sum hevur verið frammi fyrr og sum felagið hevur heitt á Mentamálaráðið um at fáa bøtt um. Á fundinum varð mælt til at taka spurningin um við Kommunufelagið eisini. Hetta fer at verða gjørt í næstum.
Heitt var á øll skúlastýrini sum skjótast at tilnevna eitt foreldraumboð við ábyrgd fyri samskiftinum við Heim & Skúla. Hetta kann geva skúlastýrunum og felagnum eitt betri samskifti og møguleika fyri at kjakast um støðu felagsins til aktuell mál og til lógaruppskot.
Vit í Heim & Skúla fegnast um góðu luttøkuna og undirtøkuna fyri arbeiði felagsins. Vit gleða okkum at síggja nógv fólk aftur til aðalfundin.
Kelda: http://www.heimogskuli.fo/index.php?id=31&tx_ttnews%5Btt_news%5D=103&cHash=dbf633a126e12a34d9287e6f9802f908