Tíðindi

Nýggj undirvísingargongd í fólkaatkvøðuni

Bergur Rasmussen, lærari, hevur gjørt eina undirvísingargongd, sum er løgd á Snar og er frí at brúka.

23.11.2016

Hví var ein fólkaatkvøða í 1946?

Í ár vóru 70 ár síðan fólkaatkvøðuna hin 14. september í 1946.

Í hesum sambandi hevur Bergur Rasmussen, lærari, gjørt eina undirvísingargongd, sum er løgd á Snar og er frí at brúka.

Í filmsbrotum verður greitt frá, hvussu Bergur hevur gjørt og brúkt tilfarið, og hvussu onnur kunnu brúka tað, til dømis í søguundirvísing í 9. flokki.

Eitt brot úr sjónvarpaðu søguni um ríkisfelagsskapin er eisini sett inn í tilfarið.

Lærarar, ið hava undirvísingartilfar, sum teir vilja deila við onnur, eru vælkomnir at seta seg í samband við Snar.

Her er slóð til undirvísingargongdina um fólkaatkvøðuna í 1946: http://snar.fo/folkaatkvodan/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni