Tíðindi

Nýggj ráðgevandi deild á Námi

- Okkara uppgáva er at stuðla og veita holla ráðgeving í tøttum samstarvi og góðum samskifti við skúlarnar, sigur Tóri Slættalíð, deildarleiðari á nýggju deildini

14.12.2022

- Endamálið er at vera sjónlig og skúlum um alt landið ráðgeving og fyrstafloks tænastu.

Tað sigur Tóri Slættalíð, leiðari á nýstovnaðu ráðgevandi deildini á Námi, sum fór at virka 1. august.

Deildin er úrslit av umfatandi bygnaðarbroytingum á stovninum, ið hevur savnað ráðgevandi og førleikamennandi eindirnar á einum stað. Talan er um námsráðgevar, KT-ráðgevar, trivnaðarráðgevan, bókavørðin, skeiðsumsitaran og verkætlanina Føroyar lesa.

- Tankin er at samstarva tvørtur um faklig mørk og savna og gagnnýta vitan og førleikar, so tað styrkir samlaða tilboðið, sum Nám veitir skúlunum, sigur Tóri Slættalíð.

Hann leggur dent á, at ráðgevandi deildin skal vera sjónlig og til fyri skúlarnar.

- Tað eru skúlarnir og lærararnir á staðnum, sum kenna tørvin best. Okkara uppgáva er at stuðla og veita holla ráðgeving í tøttum samstarvi og góðum samskifti við skúlarnar. Tí vilja vit altíð vera í eygnahædd og lurta, hvør tørvurin er, og ráðgeva samsvarandi, sigur hann og vísir á hugsjónarligu visjónirnar hjá Námi, at Nám skal vera ein ”sjónligur viðspælari í undirvísingarverkinum”.

Samstarv og felags mál

Tóri Slættalíð er 40 ára gamal. Hann er útbúgvin lærari og hevur eina kandidat í KT og læring og er í løtuni í gongd við eina masterútbúgving í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur starvast sum KT-ráðgevi á Námi seinastu fimm árini, harav tað seinasta árið sum virkandi KT-leiðari. Hann er tí væl útborin at taka við starvinum sum leiðari, men fer eyðmjúkur og tilvitaður til verka, tí uppgávan og avbjóðingin at menna deildina fakliga og at leiða starvsfólkini er stór, sigur hann.

Hóast stutt er fráliðið, síðani deildin fór til verka, hevur tað higartil eydnast væl, sigur Tóri Slættalíð. Hann vísir á ítøkilig dømi um, hvussu fakligu eindirnar á skilagóðan hátt kunnu samstarva um átøk og felags mál.  

Eitt nú eru trivnaðarráðgevin og KT-ráðgevarnir longu farnir undir at fyrireika eitt átak um sosialar miðlar og atferð og trivnað á netinum, sum ætlandi skal fara av bakkastokki komandi vár. Átakið verður skipað í samstarvi við SSP-ráðgevingina. SSP er tvørfakligt samstarv millum skúlar, sosialar myndugleikar og politi. 

- Trivnaður og atferð á netinum er upplagt evni hjá trivnaðarráðgevanum og KT-ráðgevunum at samstarva um. Tað er eitt talandi dømi um, hvussu ein ráðgeving kann samstarva við eina aðra og harvið gagnnýta vitanina tvørtur um faklig mørk og orkuna á bestan hátt. Tað er tann vegin, vit vilja flyta okkum, og tí er ráðgevandi deildin sett á stovn, sigur Tóri Slættalíð.

Hann ásannar, at tað óivað fer at taka nakað av tíð at fremja tey átøk, sum deildin hevur sett sær fyri. Men tey eru farin til verka.

- Nú gera vit vart við okkum, og vónin er, at vit hetta skúlaárið og inn í tað næsta eru vorðin meira sjónlig, so skúlarnir vita, at vit altíð eru til taks og sinnað at veita ráðgeving, ið er stílað júst teirra tørvi, sigur hann. 

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni