Tíðindi
10.12.2015
Tá ið skúlaárið byrjar aftur eftir summarfrítíðina komandi ár, tekur ein nýggjur frískúli ímóti næmingum á fyrsta sinni. Talan er um Lítlaskúla í Havn, sum ein áhugabólkur við 8 fólkum hevur tikið stig til.
- Vit lýstu við nýggja frískúlanum í summar, og fyribils hava vit fingið 14 tilmeldingar til forskúlaflokkin og 12 til 1. flokk. Vit tóku avgerð nakað seinni um at taka inn til 2. flokk eisini, higartil eru 4 innskrivað, men vit vænta fleiri. Harumframt hava vit innskrivingar til árini frameftir - heilt fram til 2021. Samanumtikið eru umleið 40 børn innskrivað í Lítlaskúla. Fáa vit loyvi til tess, fara vit eisini at bjóða almenna musikkundirvísing. Fyribils eru 24 innskrivingar komnar til tað tilboðið, sigur Rógvi á Rógvu, ið er tónleikalærari og ein av stigtakarunum.
Enn hevur Mentamálaráðið ikki góðkent nýggja frískúlan, men stigtakararnir hava vón um, at tað verður í næstum.
- Vit sendu umsóknina 31. august, men hava enn ikki fingið skrivligt svar; munnliga hava vit fingið at vita, at Mentamálaráðið ætlar at játta verkætlanini, sigur Jenny Winther Poulsen, lærari, og ein annar av stigtakarunum.
Stigtakararnir til frískúlan Lítliskúli eru námsfrøðingar, lærarar, tónleikalærarar, listafólk og foreldur, sum brenna fyri námsfrøði og læring. Á heimasíðuni, sum skúlin hevur gjørt, siga tey, at menning og læring síggja tey í síni heild, har samskipan og samstarv eru týðandi fortreytir.
- Barnið síggja vit í síni heild við sínum serstøku gávum og dygdum. Hvørt einstaka barnið eigur í so stóran mun sum til ber at sleppa at brúka og menna allar sínar gávur. Vit eru sannførd um, at bestu líkindi fyri læring fara fram í einum tryggum, sunnum og skapandi umhvørvi. Hetta skal skiljast í breiðum týdningi, har eitt sunt og trygt umhvørvi eisini snýr seg um, at vit fara um hvønn annan við virðing og viðurkenning.
Skúlatilboðið, ið Lítliskúli fer at bjóða, verður eitt samskipað tilboð við forskúla, skúla, frítíðarskúla og musikkskúla. Musikkskúlatilboðið verður eftir ætlan eisini alment, tað vil siga, at øll kunnu tekna seg.
Hvar skúlin fer at halda til, er ikki endaliga avgreitt. Áhugabólkurin hevur samskift við Adventsamkomuna um bygningarnar við Hoyvíkstjørn.
- Góðir møguleikar eru fyri, at Lítliskúli kann fáa innivist har. Eingin sáttmáli verður tó gjørdur, fyrr enn vit hava fingið vissu fyri, at verkætlanin verður góðkend av Mentamálaráðnum, sigur Jenny Winther Poulsen.
Á heimasíðuni www.litliskuli.com til at lesa meiri um skúlan, til dømis visjón, virðisgrundarlag, viðtøkur, skúlagjald, hvørjir stigtakararnir eru og mangt annað.
Á myndini eru stigtakararnir til frískúlan.