Tíðindi
22.08.2020
Starvið er fulltíðarstarv og verður skipað sum verkætlanarstarv í tíðarskeiðnum frá 1. oktober 2020 til 31. juli 2023. Møguleiki verður tó at leingja starvssetanina við tveimum árum til 31. juli 2025.
Høvuðsuppgávurnar hjá trivnaðarráðgevanum eru í samstarvi við skúlarnar, at:
menna trivnaðin hjá næmingunum
samskipa arbeiðið at dagføra trivnaðarætlanirnar í fólkaskúlunum
skipa fyri trivnaðarátøkum saman við AKT-lærarunum
skipa fyri regluligum netverkfundum fyri AKT-lærarum og flokslærarum
vegleiða flokslærarar, førleikastovur og leiðslur í sambandi við næmingafráveru
samskipa og viðgera trivnaðarkanningar
skipa fyri fyribyrgjandi trivnaðarátøkum
fyrireika og gera tilfar um trivnað
Í lýsingini verður sagt, at tað verður væntað av umsøkjaranum, at hann m.a. hevur innlit og holla vitan um føroyska skúlaverkið og arbeiðsroyndir haðani, hevur góðan førleika at veita námsfrøðiliga ráðgeving og – menning, hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og trívist í samstarvi við skiftandi fakbólkar.
Førleikakrøv eru starvsroyndir í fólkaskúlanum og master- ella kandidatútbúgving í námsfrøði ella námsfrøðiligari sálarfrøði ella útbúgving sum fólkaskúlalærari við viðkomandi eftirútbúgving.
Hetta verður eitt spennandi og avbjóðandi starv, har viðkomandi, ið verður settur eitt nú saman við leiðslu og lærarum tekur stig til menna trivnaðin í fólkaskúlanum.
Umsóknarfreistin er 6. september 2020.
Lýsingin sæst her:
https://nam.fo/adrar-sidur/tidindi/nytt/news/starv-sum-trivnadarradgevi/