Tíðindi
15.02.2024
Broytingar fara at verða gjørdar á fólkaskúlaøkinum komandi árini, stendur tað til verandi samgongu og landsstýrismann. Í framløguskrivinum, sum liggur til grund fyri aðalorðaskiftið, sum verður týsdagin, segði landsstýrismaðurin millum annað:
- Fólkaskúlin er fyri okkum øll, og tí seti eg mær sum mál at fáa eina so breiða undirtøku sum gjørligt fyri teimum átøkum, sum verða sett í verk. Tvørpolitiska umrøðan hevur verið grundarlag undir teimum broytingum og dagføringum, sum eru gjørdar á fólkaskúlaøkinum. Ætlanin er, at lógarbroytingarnar, sum seinni verða lagdar fram og hetta aðalorðaskifti skulu ganga hond í hond, so at aðalorðaskiftið kann verða grundarlag undir og birta upp undir kjakið um ætlaðu broytingarnar.
Landsstýrismaðurin vísir til frágreiðingina, sum er gjørd um ætlaðar broytingar í fólkaskúlalógini. Har eru 18 tilmæli; fýra teirra vórðu tikin fram í morgun, sum landsstýrismaðurin metir hevur stóran týdning at arbeiða við sum skjótast. Tey snúgva seg um floksstøddina, sum skal setast niður, flokslæraran, sum skal raðfestast hægri, tvílæraraskipanin, sum skal víðkast, og at enda eftirútbúgving av lærarum, har fastur leistur fer at verða gjørdur, soleiðis at vit altíð hava væl skikkað fólk í skúlunum. ein fastur leistur verður gjørdur, soleiðis at vit tryggja, at vit alla tíðina havaein vælvirkandi eftirútbúgvingarleist
Les alt framløguskrivið her:
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10740
Aðalorðaskiftið er sett at verða týsdagin 20. februar klokkan 11.00.