Bloggur
07.12.2012
Í mínum seinasta bloggi greiddi eg frá, hvussu trupult tað var at vera einsamallur í Føroyum og samstundis ganga í skúla. Í tí sambandinum stúrdi eg fyri komandi próvtøkunum. Hóast mína truplu støðu, megnaði eg at hála meg upp á tvey 9 tøl ;)
Nú havi eg meldað meg úr skúlanum.
Orsøkin til tess er ikki góð, í roynd og veru er hon heldur kiksað, tí mær dámdi sum heild væl at vera har, takkað verið m.ø. hugkveikjandi og gevandi fyrilestrarhaldaranum sum Jógvani Hansen og kvøðandi undirvísaratoyminum hjá Árna Dahl.
Í hesum seinasta bloggi fari eg at greiða frá mínari avgerð um at gevast á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Á námsvísindadeildini er reglugerðin snikkað soleiðis saman, at undirvísarin hevur heimild til at sýta ella revsa næmingar, sum hava fráveru uttan nakra haldgóða grund. Hevur ein næmingur, sambært undirvísaranum, ov nógva fráveru, er tað upp til henda at gera nakað við tað ella ei.
Útgangsstøðið er 100% uppmøtingarskylda; alt minni enn tað er upp til hvønn einstakan undirvísara at meta um, hvat er ov nógv... Ja, nokkso ógreitt.
Sum næmingur er tað torført at fyrihalda seg til eina skipan, ið er umsitin so tilvildarliga - eftir sinninum á læraranum.
Vikuna eftir heystfrítíðina misti eg 2½ fyrilestrar - ein kærur vinmaður andaðist, og tað barst mær frá at fara í skúla hesa vikuna.
Tá ið eg stóð klár at byrja gerandislívið aftur, spurdi eg annan undirvísara, um eg kundi sleppa at fáa uppgávurnar frá farnu viku og lata tær inn. Eg hevði jú lisið og fylgt skeiðslýsingini heima. Hetta játtaði hann.
Hin seinni undirvísarin í hesum undirvísingartoymi vildi tó beinanvegin áleggja mær størri arbeiðsbyrðu sum revsing fyri kropsligu fráveruna mína. Hetta kom óvart á meg. Teir eru jú eitt toymi, merkir tað ikki samstarv:) Hví sigur ein eitt og hin eitt annað:) Og kann mann soleiðis sleingja út við revsingum uttan nakað:)
Sambært reglugerðini eigur undirvísarin fyrst at spyrja næmingin um eina haldgóða grund, áðrenn hann kann áseta nakra revsing til næmingin. Eg fekk ásett eina revsing frá seinna undirvísaranum og varð ongantíð spurd um nakra haldgóða grund.
Hetta kundi ikki bera til, helt eg, hetta var heilt greitt bara ein misskiljing. Men tá ið vit ikki megnaðu at rætta hesa, so skuldi leiðslan nokk fáa greiðu á misskiljingini, vónaði eg.
Inni á rektarakontórinum tosaðu vit aftur og fram um, hvussu reglugerðin skuldi skiljast. Leiðslan vildi vera við, at uppmøtingarskyldan sum útgangstøði er 100% og vildi vera við, at um tey nú áseta loyvda fráveru á 20%, so fara allir næmingar at missa 20%. Hevði tað nú verið so í veruleikanum:) Hava vit ikki sjálviav okkara eintingum valt fram um alt annað at lesa júst hetta fakið, at lesa til lærara:) Eigur hetta tískil ikki at bera við sær, at vit hava áhuga fyri fakinum, og í roynd og veru hava hug av okkara eintingum at møta upp til fyrilestrarnar:)
Rektarin helt fram við at siga - heldur niðrandi - at tá mann er lærari, so skal mann møta klokkan átta um morgunin til arbeiðis, so tað noyðist mann eisini her. Altso, eri eg minniment ella hvat:) Sum um eg ikki veit av tí:) Út frá øllum valmøguleikum í heiminum havi eg valt at lesa til lærara, so sjálvandi veit eg væl av, at eg skal møta klokkan átta um morgunin til arbeiðis. Og at eg hevði forsømt 2 ½ fyrilestrar hevði als onki at gera við, at eg ikki orkaði upp um morgunin.
Hóast leiðslan enntá bar fram á orði, at í mínum føri var talan um eina haldgóða grund fyri áður nevndu fráveruna, fekk eg seinni boð um, at leiðslan ikki fór at rætta revsiásetingina, sum ein starvsfelagi hevði framt. Hví:) Tað dugi eg ikki at siga, tí soleiðis sum eg havi skilt reglugerðina, so er skeivt vorðið handlað. Tá eg havi víst á hetta, hevur hvørki leiðslan ella undirvísarin givið mær eina aðra frágreiðing um, hvussu reglugerðin skal skiljast. Havi eg tá hug at átaka mær eina revsing, stóra ella lítla, tá eg ikki havi hana uppiborið:) Nei.
Tað, sum harmar meg mest við hesari støðuni, er, at leiðslan í einum so greiðum føri velur at stuðla undirvísaranum, ið vildi revsa uttan so mikið sum at biðja um eina haldgóða grund, heldur enn at stuðla hinum undirvísaranum, ið eftir øllum at døma metti meg at vera føra fyri at lata uppgávurnar inn frá farnu vikuni og at halda fram við skúlagongdini. Og omaná tað heila koma við nøkrum so býttisligum sum, at eg má læra meg at koma upp klokkan átta.
Eg haldi, at tað er ein sera óheppin støða, at undirvísarin hevur so nógv vald, serliga tá hetta valdið kann føra til misbrúk av valdi. Ímynda tær um ein undivísari ikki skoytir um eitt ávíst eftirnavn hjá einum næmingi, sum hann meta um skal fáa revsing ella ei. Uha..
Eg vil enda við at siga, at tað, sum er so spennandi við at heimurin minkar, er at møguleikarnar vaksa. Tá vit hugsa um tað í útbúgvingarhøpi, so kanst tú umframt at velja tær eina og hvørja útbúgving tær lystir, eisini velja júst, hvør útbúgvingarstovnur í heiminum skal útbúgva teg. Og tað er ymiskt, hvat hvør okkara leggur dent á, tá vit velja útbúgvingarstovn. Er tað á hvørjum støði stovnurin er á:) Hvat fyri umdømi hann hevur á sær:) Hvørjum umhvørvi hann er í:) Eg ynski at vera partur av einum stovni, sum virðir næmingarnar sum vaksin fólk, og sum gevur teimum álit at taka ábyrgd av sínum egna lesnaði.
Eg eri av teirri áskoðan, at undirvísarar skulu geva næmingum álit framum revsing, so eg fari allarhelst at leita mær til ein útbúgvingarstovn, ið ikki heldur vaksum fólkum í oyrunum um uppmøting, tí sjálvsagt fara næmingar ikki at forsøma nakað, sum teir hava áhuga fyri.
Nú halda tit óivað, at eg eri eitt grenj, men eg gevi ljóð, tá ið eg føli meg traðkaða á. Her er ein orsøk til, hví eg (og ein annar sera dugnaligur, kreativur næmingur við einari rúgvu av royndum við ungum) hervið er givin og helst fari at leita mær uttanlands at lesa. Skulu vit ungu vera verandi í hesum landinum, mugu vit verða vird sum ábyrgdarfull fólk.