Tíðindi
07.06.2024
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur góðkent námsætlanina í kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi komin. Hon kemur í gildi eftir summarfrítíðina.
Nám hevur gjørt námsætlanina og tilhoyrandi leiðbeining í samstarvi við Elin Mariu Ó. Olsen og Jónleif Johannesen, lærarar. Námsætlanin var til hoyringar hjá skúlum og øðrum viðkomandi stovnum í vár.
Námsætlanin er knýtt at støðisnámsætlanini, sum kom í gildi 1. august 2023.
Føroyski dansurin er í tí hepnu støðu, at hann í fleiri enn 25 ár hevur verið kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Kvæðahugaðir lærarar hava leingi víst á, at tað hevur stóran týdning at fáa námsætlan, um dansinum skal verða lív lagað.
Kelda: https://namsaetlanir.fo/namsaetlanartidindi/kvaedamentan-kvoeding-og-foeroyskur-dansur