Tíðindi

"Nú er nokk við at vera apa!"

Fyri góðum 15 árum síðan stovnaðu foreldur, sum áttu lesi- og skriviveik børn, Felagið fyri lesi- og skriviveik. Tað varð gjørt, tí hesi foreldur og børn teirra fingu onga hjálp frá systeminum

19.10.2016

- Vit – fimm mammur – startaðu so felagið, tí vit áttu dreingir, ið høvdu lesi- og skrivitrupulleikar. Vit fingu ikki hjálp, sigur Anne-Karin Kjeld, psykoterapeutur og forkvinna í Felagnum fyri lesi- og skriviveik.

Tær fimm mammurnar fingu samband við Hallgerð Arge Hansen, serlesilærari, og Doris Hansen, ið legði lunnar undir MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, hjálptu teimum í gongd.

Felegið hevur í løtuni 57 næmingar og 14 lærarar.

- Og eg vil næstan siga tað, at vit hava teir bestu lærararnar í landinum, sigur Anne-Karin.

Hon sipar til, at felagið hevur orðblindalærarar og serútbúnar lærarar, sum vita akkurát, hvat teir tosa um, tí í felagnum royna tey veruliga at gera nakað við sakina, sigur hon.

- Vit gera ikki bara nakað við lesi- og skrivitrupulleikar, vit gera nakað við alt menniskjað, og tað er ógvuliga umráðandi.

Tað kann vera, at ein næmingur hevur spurningar til Almannaverkið ella skúlaverkið, so hjálpir felagið næminginum.

- Altso, tað steðgar ikki í úthurðini her, sigur Gyðja Hjalmarsdóttir, orðblindalærari hjá felagnum. Tey koma inn og fáa staðfest trupulleikan, sum ofta ikki er so einfaldur, sum tað sær út í fyrstu atløgu. Gyðja greiðir frá, at yvirhøvur hanga aðrir trupulleikar uppií. Tað kann vera ein lesandi, sum ikki fær atgongd til telduhjálparamboðið, CD-ORD, til sína próvtøku, og hann kann ikki vera tað fyri uttan.

- So mugu vit hjálpa honum og fara við honum til viðkomandi skúlar, lærupláss og eisini  Mentamálaráðið viðhvørt, tí onkustaðni er hann steðgaður upp í systeminum.

Hetta er tað, tær meina við "heila menniskjað". Hetta menniskjað fer ikki til Mentamálaráðið og krevur sín rætt. Felagið fyri lesi- og skriviveik er tann røddin, sum veit, hvat næmingarnir hjá felagnum hava rætt til. Her gera tey tað, tey eru ment – við sínum førleika – at leggja viðurskiftini hjá næminginum til rættis.

- Vit gera alt fyri hesi børnini – næmingarnar – rætt og slætt alt!

"Børnini" sigur Anne-Karin. Hon meinar sjálvandi hesi ungu menniskjuni, sum ganga á Vinnuháskúlan, tekniska skúla ella lærustovn yvirhøvur.

Eldsálirnar í Felagnum fyri lesi- og skriviveik eru fegnar um, at tað í flestum førum ber á mál.

Ein av teimum royndu lærarunum hjá felagnum, Katrin Michelsen, fortelur søguna um toftamannin, sum kom til felagið at biðja um hjálp:

- Ein ungur toftamaður kom higar, og hann var ikki smæðin. Tað var fyri at fáa bilbugt við sínum smædni, at hann bannaði sum ein turkur: "Nú kann tað fanin gali vera nokk at vera apa!" Líka visti eg, hvat ein apa var fyri nakað, og so sigi eg: "Hvat meinar tú við?" Jú, nú var hann so og so gamal, og hann var farin til skips 13 ára gamal. Hann tímdi ikki at vera dekkari longur. Tí kom hann higar. Hann vildi koma víðari, tí hann hevði so nógv at forsvara. Hann vildi royna. Hann royndi – eg fekk ræstan fisk frá honum – men nú siglir hann sum stýrimaður í Grønlandi. Her fekk hann ta hjálp, honum tørvaði. Hann dugdi ikki enskt. Hann hevði næstan ikki gingið í skúla síðan 7. klassa.

Einki er at ivast í, at hjá Felagnum fyri lesi- og skriviveik fekk hesin ungi toftamaðurin bygt sítt sjálvsálit og sín rætta førleika upp.

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik

Forkvinna: Anne-Karin Kjeld

Næstforkvinna og skrivari: Laila Egholm 

Nevndarlimir: Durið Eyðbjørnsdóttir, Tove Jacobsen, Gyja Hjalmarsdóttir Didriksen.

Tiltakslimur: Sigga Arge

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik varð stovnað á fundi í MBF-húsinum á heysti 2001. Tey sum tóku stig til felagið, vóru foreldur, einamest mammur, sum áttu børn, ið høvdu trupulleikar av at lesa og skriva. Hesi foreldur høvdu tá í longri tíð, hvør í sínum lagi, roynt at hjálpt børnum sínum. Hesar dýrkeyptu royndir høvdu lært tey almikið og høvdu eisini sum frá leið ført nøkur av hesum foreldrum saman. Tankin, at lata onnur fáa gleði av teirra royndum, búnaðist so líðandi og gjørdi, at felagið var stovnað.

Myndin:

Anne-Karin Kjeld, psykoterapeutur, og Gyðja Hjalmarsdóttir, serlærari, eru fegnar um avrikini hjá Felagnum fyri lesi- og lkriviveik hóast baks, tí tey eru ikki komin til skorin klæðir

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni