Tíðindi
06.12.2016
Formaður Føroya Lærarafelags fegnast um, at tað gongur støðugt framá í PISA. Í lesing og støddfrøði eru føroyskir næmingar í PISA-høpi komnir nøkulunda á hædd við norðurlendsku javnaldrarnar.
- Tað er gott, at vit nærkast hinum Norðurlondunum, tá ið talan er um lesing og støddfrøði; har eru vit beint í hølunum á teimum. Vit mugu seta okkum sum mál, at framgongdin heldur fram í hesum lærugreinum, og tað trúgvi eg uppá, at hon fer. Tað haltar í náttúruvísindaligu lærugreinunum, og tað er sjálvandi harmiligt. Sum landsstýriskvinnan segði undir framløguni av úrslitunum, mugu vit gera munandi ábøtur, tá ið talan er um tað náttúruvísindaliga.
Tað eru ymsar orsøkir til, at hetta økið haltar aftaná, heldur Herálvur Jacobsen; ein er, at áhugin hjá teimum, sum søkja inn á læraraútbúgvingina, ikki er eins stórur fyri tí náttúruvísindaliga sum hinum lærugreinunum.
- Ein onnur er, at umstøðurnar á Læraraskúlanum at hava hesa lærugreinina hava verið sera vánaligar; eitt nú hevur eingin alisstova verið í fleiri ár. Alisfrøði hevur fingið ein tíma afturat í hádeildini, og tað er gott, tí henda lærugreinin krevur nógva tíð, eitt nú at gera royndir. Undir framløguni nevndi Erla Olsen, sum varðar av tí náttúruvísindaliga partinum í PISA-frágreiðingini, at hugburðurin til náttúruvísindaligan arbeiðshátt er ikki nóg góður, og tað haldi eg sæst aftur í úrslitunum. Hetta er eisini nakað, vit eiga at arbeiða við og gera betri.
Mynd: Ólavur Frederiksen