Tíðindi
06.11.2020
Gerandisdagurin hjá nógvum broyttist í vár, tá ið skúlabørn við eitt vóru send heim, og skúlarnir stongdir. Undirvísingin fór fram á netinum í nógvar vikur; ikki bara børn og foreldur vórðu noydd at hugsa undirvísing av nýggjum og læra aðrar frálæruhættir eftir stuttari tíð.
– Tað áhugaverda er, at afturmeldingarnar eru positivar, og tað kemur eitt sindur óvart á, sigur Mari-Ana Jones, granskari við Instituttið fyri læraraútbúgving við NTNU. Saman við Sara Bubb, granskara við University College London, hevur hon kortlagt afturmeldingar frá næmingum, lærarum og skúlastjórum í Tysvær kommunu. Úrslitini eru almannakunngjørd í einari fakgrein.
– Afturmeldingarnar upp á heimaskúlan vísa, at nógv spennandi hendi í undirvísingini, sigur Jones.
Skúlarnir stongdur miðskeiðis í mars. Kanningin var gjørd fyrst í apríl, meðan heimaundirvísingin enn fór fram.
– Fólk venja seg skjótt við, at viðurskiftini broytast, og bæði foreldur og næmingar reagera positivt. Tey siga frá meiri kreativum læruhættum, størri framgongd, fleiri brúkiligum afturmeldingum og størri frælsi fyri næmingarnar, sigur Jones.
Broytingarnar í undirvísingini hava ivaleyst verið størri aðrastaðni. Í Noregi ganga 93 prosent av næmingum í skúlum, sum eru vanir við talgiltar miðlar, samanborið við bara 35 prosent í Evropa sum heild.
Men broytingarnar hava uttan iva fyri summi verið stórar. Ein kanning, sum Universitetið í Oslo hevur gjørt fyri eini tíð síðan, vísir, at tveir av trimum lærarum høvdu lítlar og ongar royndir við at hava talgilta undirvísing burturav, áðrenn koronasmittan gjørdi innrás.
Skúlastjórar hava sagt frá, at teir eru farnir undir at broyta ymisk viðurskifti í skúlunum grundað á royndir við fjar- og heimaundirvísing.
– Kreppan hevur elvt til nýskapan frá grasrótunum, vísa granskarar á.
Orsøkin til, at tað gjørdust skúlarnir í Tysvær kommunu, sum vórðu valdir út til granskingina hjá Sara Bubb, er tí, at hon í nógv ár hevur arbeitt við skúlamenning og næmingaávirkan júst í hesi kommununi. Eitt nú hevur hon roynt at sett nýggjar kreativar læruhættir í verk.
– Tað talgilta, sum longu var komið upp á pláss í Tysvær, gav okkum gott grundarlag fyri menning, men tað kann hugsast, at viðurskiftini eru á sama hátt í nógvum øðrum kommunum, sigur Bubb.
Granskararnir velja at halda, at Tysvær er ein púra vanlig kommuna.
– Hóast tað týðiliga kemur fram í kanningini, at lærararnir í Tysvær hava tikið henda møguleikan við fjarundirvísing til at skapa spennandi lærumøguleikar í heimaundirvísing, so rokna vit við, at tað eins væl kann hava hent í øðrum kommunum eisini, sigur Bubb.
Tað serliga fyri Tysvær er, at tey hava eitt dátugrundarlag, sum fatar um sjónarmið frá næmingum, foreldrum og lærarum, sum tey kunnu byggja víðari á í skúlamenningini. Eftir 10 døgum vóru spurnabløð frá 11.000 íbúgvum í Tysvær kommunu savnað inn.
Kelda: forskning.no