Tíðindi
18.10.2022
Í Noregi hevur gongdin seinnu árini verið, at færri og færri lærarar í eftirlønaraldri gevast at arbeiða. Tað vil við øðrum orðum siga, at fleiri lærarar samanborið við fyri nøkrum árum síðan arbeiða líka til teir røkka pensjónsaldri. Gongdin hevur eisini verið, at færri lærarar gerast fyritíðarpensjóneraður.
Arbeiðstrýst og larmur
Men hvussu hava tilkomnir lærarar tað í starvi sínum? Fyri at svara hesum spurninginum hava granskarar gjørt eina kvalitetskanning, har 8 lærarar í 4 skúlum hava svarað. Flestu lærarar vóru í sekstiárunum. Teir hava eisini havt samrøðu við fýra skúlastjórar.
Lærararnir siga frá stórum arbeiðstrýsti og nógvum larmi allan arbeiðsdagin. Og nýggj krøv og nýggjar væntanir eru alla tíðina, um somu tíð sum fundarvirksemið økist, og skjalfestingin veksur. Tey siga eisini frá vánaligum hølisviðurskiftum í gomlum, slitnum bygningum, brøttum trappum og óegnaðum skrivistovuplássum. Rúm er ikki fyri at fara fyri seg í friði og náðum ella hvíla seg ella fáa arbeiðsfrið. Men hóast alt hetta, so trívast lærararnir í arbeiðinum.
Kenna seg virðismettar
Samanborið við aðrar kanningar, sum hava við trivnað í fólkaskúlanum at gera, eru tilkomu lærararnir betur nøgdir enn yngri lærarar. Orsøkin kann vera, halda granskararnir, at tilkomnir lærarar hava fleiri royndir. Ein onnur orsøk kann vera, at teir, sum ikki trívast, longu eru givnir í yrkinum. Henda nýggja kanningin vísir, eldri lærarar halda fram at arbeiða, tí teir halda, at arbeiðsuppgávurnar eru áhugaverdar og gevandi. Teir kenna seg virðismettar, bæði av næmingum og starvsfelagum.
Gevur gleði at síggja, at næmingar mennast
Allir lærararnir, sum taka lut í kanningini, vísa til viðurskiftini við næmingarnar sum tann størsta motivatiónin at halda fram í yrkinum. Gleðin at sígga, at næmingar læra og mennast, og gleðin at hava dagligt samband við børn og ungfólk.
Ein lærari í grundskúlanum sigur við granskaran:
«Hugsa tær at koma í skúla um morgunin, og so koma børnini rennandi ímóti tær og taka um teg. Tað er sjálvsagt, at tú tá ikki kanst hava ein ringan dag í skúlanum.»
Virðismett av starvsfelagum
Góða arbeiðsumhvørvið í skúlanum var eitt punkt, sum allir lærararnir í kanningini nevna. Tilkomnu lærararnir kenna seg virðismettar av teimum yngru, sum siga við teir, at teimum dámar at arbeiða saman við teimum, sum hava so nógvar royndir. Teir føla, at yngri lærarar kenna seg fáa stuðul frá teimum tilkomnu, og teir kenna seg tryggar millum teir, sigur Hilsen.
Eisini skúlastjórar virðismeta tilkomnu lærararnar, vísir kanningin. Teir halda, at aldursspjaðing í starvsfólkahópinum er gott fyri skúlan.
Trupult at vera flokslærari
Lærararnir halda, at flokslærarauppgávan er áhugaverd, men eisini tann strævnasti parturin av arbeiðinum. Uppgávuna lýsa tey sum at vera “bæði mamma og pápi fyri næmingarnar”. Tey skulu taka sær av bæði fakligum og sosialum trupulleikum, sum næmingarnir hava. Ein lærari sigur eisini, at væntanirnar hjá foreldrunum eru broyttar við tíðini. Lærararnir møta nógvum krøvum frá foreldrunum. Ein lærari sigur: “Foreldur góðtaka ikki, at børn teirra fáa vánaligar karakterir, og tá mugu teir hava onkran at geva skylduna.”
Ein lítil kanning
Samrøðukanningin er lítil og eigur tí at vera tikin við fyrivarni, heldur Hilsen.
– Hetta eru eittans tólv einstaklingarøddir, sum siga sína søgu, men kortini, so geva samrøðurnar eitt gott innlit í, hvussu tað er at gerast lærari í eldri árum.
Vilja gera tað væl
Dagliga arbeiðið við at menna relatiónir og gott umhvørvi er av stórum týdningi fyri at halda fast við dugnaligar lærarar, halda granskararnir.
– Lærararnir vilja gera tað væl, og tey vilja trívast og mennast í arbeiðinum, akkurát sum onnur vilja tað, sigur Elaine Munthe, professari leiðari á sentrinum Kunnskapssenter for utdanning (KSU) við Universitetið í Stavanger.
Upplivingin av ikki at røkka til, at hava uppgávur, sum orka ella møguleikar ikki eru at gera nakað við, negativitet og trupulleikar – alt hetta gera, at fleiri gevast í yrkinum, heldur hon.
Kelda: forskning.no