Tíðindi
03.01.2025
Grundleggjandi førleikarnir hjá dønum í lesing og rokning eru batnaðir, men ein stórur bólkur hevur framvegis vánaligar førleikar. Tað vísir ein altjóða kanning, sum eitur PIAAC, sum kannar grundleggjandi førleikar hjá fólki í aldrinum 16-65.
VIVE og Danmarks Statistik hava staðið fyri kanningini í Danmark. Hon mátar førleikar, sum tann einstaki hevur tørv á í gerandisdegnum, til dømis um mann kann lesa og skilja eina vørulýsing og brúka tøl og rokning, tá tú skalt keypa máling og mála stovuna.
Ítøkiliga vísa úrslitini í kanningini, at einki er broytt, tá ið talan er um, hvussu stórur partur av teimum 16-65 ára gomlu hava vánaligar førleikar. 18 prosent av vaksnum dønum hava vánaligar førleikar í lesing, meðan samsvarandi talið fyri rokning er 17 prosent. Tað svarar til ávikavist 667.000 og 620.000 fólk, og tað er størri partur enn í Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tað er ofta somu persónar, sum hava vánaligar førleikar í lesing og rokning. Í alt hava umleið 550.000 vaksin vánaligar førleikar bæði í lesing og rokning.
Vaksin við vánaligum førleikum í lesing og rokning eru í nógvum ymsum samfelagsbólkum. Tó eru tey 55-65 ára gomlu við fólkaskúla sum einastu útbúgving og fólk, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, flest í hesum bólkinum.
”Nógv vaksin í Danmark hava ilt við at lesa og rokna. Tey flestu forsyrgja seg sjálv og hava eitt gott lív, men tað kann vera ein avbjóðing at gjøgnumskoða egin fíggjarviðurskifti ella lesa eina góðanáttsøgu fyri børnunum, tá ið førleikarnir ikki eru nóg góðir. Samstundis vita vit, at krøvini á arbeiðsmarknaðinum bara vaksa. Tí er útbúgving fyri vaksin nakað, sum vit vilja raðfesta. Vit hava so hvørt fingið nógvar góðar royndir við undirvísing í donskum, støddfrøði, enskum og kt. Men vit eiga at gera meiri. Tað snýr seg um at leggja undirvísingina til rættis, soleiðis at hon hóskar fólki, sum hava tørv á henni, soleiðis at tey eisini kunnu hava eitt arbeiði og familjulív,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri.
”Kanningin vísir, at vit eru á rættari kós. Vit hava við fíggjarlógini raðfest játtan til vaksin, sum hava ilt við at lesa, skriva og rokna, tí hóast tað gongur framá, hevur ein bólkur av vaksnum framvegis stórar avbjóðingar. Øll í Danmark eiga at hava møguleika at ogna sær grundleggjandi førleikar, sum gera, at tey klára seg í samfelagnum,” sigur Ane Halsboe-Jørgensen, arbeiðsráðharri.
PIAAC-kanningin vísir annars, at støðan hjá teimum 16-65-ára gomlu í miðal er batnað síðan seinastu kanning í 2011/12. Danmark skorar tó framvegis verri enn onnur Norðurlond. Batin í lesi- og rokniførleikunum hongur saman við, at útbúgvingarstigið hjá hesum aldursbólkinum er økt frá 2011/12 til 2022/23. Tað eru serliga danir í aldrinum 25-43 ár og fólk við longri útbúgvingum, sum hava bøtt sínar førleikar. Í fleiri øðrum londum stendur í stað, tá ið talan er um hesar førleikarnar.
Danmark og Finnland eru tey einastu londini av teimum 31 luttakandi londunum í PIAAC, har tey 16-65-ára gomlu sum heild hava betri lesiførleikar enn í 2011/12. Í átta londum hava tey 16-65-ára gomlu betrað rokniførleikarnar, eitt nú Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland.
Fakta um PIAAC
Programme for International Assessment of Adult Competencies (PIAAC) er ein altjóða OECD-kanning av førleikunum hjá vaksnum í lesing og rokning, sum verður gjørd 10. hvørt ár.
Í Danmark tóku umleið 5.000 tilvildarliga valdir danir lut í kanningini í 2022/23.
Kelda: uvm.dk
Mynd: iStock