Tíðindi

Nógv ung gevast við ADHD-heilivági

Granskarar hava kannað, hvussu nógv børn og ung gevast at taka ADHD-heilivág fyrstu árini, eftir at tey eru farin í viðgerð fyri ADHD. Umleið helmingurin av ungum vaksnum gevast.

06.09.2024

Trupulleikar at hugsavna seg er eitt eyðkenni við ADHD. Tað vanligasta er at fáa diagnosuna sum barn, men nøkur fáa hana staðfesta seinni – sum tannáringur ella vaksin.

Tað er nógvur heilivágur fyri ADHD og sum ger, at ADHD-eyðkennini eru lættari at liva við. Umleið 80 prosent av teimum, sum fáa staðfest ADHD, fáa fyriskrivað heilivág og byrja at taka heilivág.

– Frá eldri gransking vita vit, at nógv gevast við ADHD-heiliváginum skjótt eftir at viðgerðin er byrjað, sigur Isabell Brikell, granskari við Instituttið fyri heilsu og samfelagsmedisin á Universitetinum í Bergen (UiB). Í eini nýggjari kanning hevur hon saman við starvsfelagum úr átta londum hugt at, hvussu nógv gevast at taka heilivág – samanborið við aldur og kyn.

60 prosent av ungum gevast innan eitt ár

Brikell og starvsfelagar hennara hava savnað dátur um ADHD-reseptir úr øllum heiminum: Norðurlondum, USA, Hongkong og Niðurlondum til dømis. Allir luttakararnir í kanningini hava nýliga fingið fyriskrivað heilivág fyri viðgerð av ADHD. Granskarar hava fylgt teimum í fimm ár eftir at viðgerðin er byrjað. Til samans hava 1,3 milliónir fólk verið partur av kanningini.

Granskararnir býttu luttakararnar sundur í ymsar bólkar eftir aldri, frá børnum í 4-11 ára aldri, ungfólki millum 12 og 17 ár og ungum vaksnum millum 18 og 25 ár. Tey, sum vóru eldri, vóru bólkað í ein bólk – sum vaksin.

Síðan hugdu granskararnir at, hvussu long tíð gekk, frá tí tey fingið fyriskrivað ADHD-heilivág, til tey antin góvust at fara eftir heilivági ella endurnýggjaðu reseptina. Ein steðgur á meiri enn eitt hálvt ár var mett til at vera endað viðgerð.

– Av teimum yngstu er tað umleið 65 prosent, sum halda fram eitt ár eftir, at tey eru byrjað, og umleið helvtin av ungdóminum. Hjá teimum ungu vaksnu er tað beint undir 40 prosent, sum halda fram, sigur Brikell.

Kyn vísti seg at hava lítlan týdning. Dreingir og gentur/kvinnur og menn góvust í líka stóran mun.

Viðkvæmur aldur

– Summir bólkar av teimum, sum hava fingið staðfest ADHD, uppliva, at eyðkennini gerast minni við aldrinum. Prosentparturin av teimum, sum gevast, er kortini nógv hægri samanborið við tey, sum halda seg hava færri eyðkenni, sigur Brikell. 

Í kanningini kom fram, at tað eru fleiri ungfólk og ung vaksin, sum gevast at taka heilivág, enn børn.

– Ein orsøk kann vera, at í hesum aldrinum er tað vanligt at vilja vera sjálvstøðugur og ikki undir eftirliti av foreldrunum, sigur Brikell.

Granskararnir funnu eisini út av, at tey flestu, sum gevast við heiliváginum, eru millum 18-19 ár. Tað er júst í tí aldrinum, at nógv flyta heimanífrá og fara undir vaksnamannalívið við lesnaði og arbeiði.

– Hetta kann gera tað trupult at halda fram at taka heilivág. Kanska serliga um tú hevur ADHD og heldur, at tað er avbjóðandi at skipa tín gerandisdag, sigur granskarin.

Tað eru summi, sum hugsa, at teimum ikki tørvar heilivág longur, tí tey eru liðug við at ganga í skúa. Mann veit eisini, at skiftið frá barna- og ungdómspsykiatriini til vaksnamannapsykiatriina kann vera avgerandi: 

– Í kanningini hjá okkum hava vit ikki hugt at orsøkum til, hví fólk gevast at taka ADHD-heilivág. Vit kunnu tí bara gita, sigur Brikell.

Danmark víkir frá

Í kanningini hava granskarar funnið út av, at tað eru færri, sum gevast við ADHD-heilivági í Danmark samanborið við í hinum Norðurlondunum. Í Danmark eru tað eisini færri, sum fáa fyriskrivað ADHD-heilivág samanborið við fólkatalið: 

– Tað kann benda á, at mann í Danmark fyriskrivar ADHD-heilivág í størri mun til teirra, sum tørvar tað mest. Í Svøríki er talan kanska um tað øvuta, sigur Brikell, sum hevur ríkisborgaraskap í Svøríki. 

– Umráðandi at vit skilja tey við ADHD

Umleið 20 prosent av teimum, sum byrja at taka ADHD-heilivág, kenna ongan mun av at taka heilivág. Tað er kortini í sjálvum sær ikki orsøkin til, at so nógv gevast. Granskararnir vita heldur ikki, um tað eru hjáárin, sum gera, at nógv gevast. Til at svara hesum krevur meiri gransking.

– Tað er umráðandi, at vit skilja støðuna hjá tí, sum hevur ADHD. Hvat tað er, sum ger, at viðkomandi velur ikki at taka heilivág longur, og um tað kann hjálpa at broyta nøgdina av heilivági. Um vit vita, hví so nógv gevast, er lættari at gera átøk, soleiðis at fleiri ikki gevast, sigur Brikell. 

Kanningin er partur av eini størri EU Horizon 2020-verkætlan, har ymisk viðurskifti við ADHD-medisinering tvørtur um landamørk verður kannað.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni