Tíðindi
02.02.2022
Samanborið við fyri umleið 10 árum síðan hevur lærarin í føroyskum í øllum deildum í fólkaskúlanum nógv tilfar í at velja bæði at brúka í felagsundirvísingini og sum framíhjá til næmingarnar at venja lesingina. Nita Næs er lærari og lesivegleiðari, og hon arbeiðir eisini á bókasavninum í Hvalbiar skúla.
- Vit hava so nógv gott tilfar; nógvar góðar bøkur eru komnar út, og Nám hevur nógv góð flokssett, ið vit kunnu læna. Hvalbiar skúli keypir hvørt ár okkurt nýtt floksett, so tað er nóg mikið at taka av; avbjóðingin hjá okkum lærarum er, hvussu vit velja at arbeiða við tilfarinum.
Nitu Næs dámar væl at arbeiða kreativt við bókum. Hennara royndir eru, at tað hevur sera stóran týdning at fáa næmingarnar at lesa nógv fimm tey fyrstu árini, so teir lesa raðið í 6. flokki.
- Hesi árini tíma tey eisini ofta væl at arbeiða við bókunum á ymiskan kreativan hátt. Eg havi t.d. verið á fleiri ”Frøken Ignoru-ferðum”, har vit á ymiskan hátt hava arbeitt við persóninum og lívinum hjá Ignoru. Júst bøkurnar um Ignoru hava nógv við kenslulívið at gera; tær taka evni upp, ið vit vanliga ikki tosa so nógv um. Næmingarnir fáa møguleika at evna við hondunum, samstundis sum arbeitt verður við lesingini. Tað er ein góður arbeiðsháttur; tá lesa tey fyrst allar bøkurnar, og skulu so aftur í ávísu bókina at lesa og at leita eftir møguligum svari til ávísa evnið, ið tey arbeiða við.
- Tá vit t.d. lósu ”Søgan um Sally Jones” gjørdi eg uppgávurnar til flokkin, ið vanliga ikki eru at finna í einum greiningarfrymli. Tann eini bólkurin hevði uppgávuna: Vísið á positivar og negativar støður í lívinum hjá Sally Jones. Finnið upp á ein máta at lýsa hesa støður, so vit øll kunnu síggja tað á eini plakat, nær gongur tað væl og nær gongur tað illa í lívinum hjá henni. Vísið tað á onkran kreativan hátt, so onnur lætt skilja tað.
Eisini tá ið talan er um tilfar framíhjá at lesa eru vit væl við, heldur hon.
- Í krabbabókunum verða nógv ymisk evni lýst, nógvar góðar faktabøkur eru á føroyskum, ið vit fyrr ikki hava sæð á okkara máli. Tað vil altíð vera onkur næmingur, ið spyr um eitt evni, ið vit ikki hava á føroyskum. Eisini eru fleiri bøkur komnar á føroyskum, ið lýsa kenslur, og tað er sera gott.
Orðfeingi læra børn einamest í natúrligum samskifti við vaksin, ið tey kenna seg trygg saman við, heldur Nita Næs.
- Foreldur tosa ongantíð ov nógv við børn síni. Í dag fer nógv samskifti fram á skrift, og emoji verða nýtt í mongu viðurskiftum. Tí er tað týdningarmikið at minna á munnligu samrøðuna, móðurmálið, sum er so vakurt, og sum kann framberast á so mangan hátt. Foreldur hava eina stóra ábyrgd, serliga sjey tey fyrstu árini, har grundarlagið fyri allari skriftmálsmenning verður lagt.
Síðsta skúlaár hevur Nita Næs lagt seg eftir at fáa næmingarnar at gera munnligar uppgávur.
- Hvør einstakur næmingur skal fyrireika eina munnliga framløgu. Næmingurin skuldi stutt sagt fortelja nakað fyri flokkinum munnliga. Tað var nokk so áhugavert, og søgurnar vóru sera ymiskar.
Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021