Tíðindi

Nógv børn um skúlaaldur sera illa fyri málsliga

Í Danmark hevur ein kanning víst, at nógv børn um forskúlaaldur eru so illa fyri málsliga, at málið svarar til málið hjá trý ára gomlum. Børn fáa eina vánaliga byrjan í skúlanum, tá ið tey eru illa fyri málsliga. Fimta hvørt barn hevur málsligar avbjóðingar.

24.03.2022

Fyrsti skúladagur er mangan ein merkisdagur, men tað er ógvuliga misjavnt, hvussu væl børn eru fyrireikað ella fyri at byrja í skúla, tá ið tey við tasku á baki stíga inn í skúlan fyrstu ferð. Í farnu viku kom fram í danska kringvarpinum, at fimta hvørt barn um seks ára aldur hevur málsligar avbjóðingar, ilt við at skilja danskt og at áskyna, hvussu bókastavirnir ljóða. Málið er so vánaligt hjá hesum børnum, at teimum tørvar eyka hjálp, vísir ein greining, sum danska Innanríkis- og bústaðarráðið hevur gjørt.

- Byrjar tú í forskúla og ert málsliga fyri sum eitt trý ára gamalt barn, so hevur tú ringt við at fáa nakað burtur úr. Tá er ringt at skilja, hvat lærarin sigur og ringt at lesa, sigur Dorte Bleses, professari á Barnagranskingardeplinum hjá TrygFonden við Aarhus Universitet.

Tá ið børn stríðast málsliga, kann tað smitta av upp á alla skúlagongdina, ikki minst fyrstu skúlaárini.

- Tað ávirkar møguleikar tínar at læra og trívast í skúlanum. Tá ið avtornar kann tað ávirka endaliga skoðsmetið, tú fært, tá ið tú ert liðugur við fólkaskúlan, sigur Dorte Bleses.

Ógvuliga stórir munir innanlands

Tað er ógvuliga stórur munur frá kommunu til kommunu, tá ið talan er um, hvussu væl børn skilja og tosa málið. Í Glostrup, Guldborgsund og Nyborg hevur triðja hvørt barn í forskúlaaldri so stórar málsligar avbjóðingar, at teimum tørvar stuðul. Í Frederiksberg, Rudersdal og Lemvig hinvegin snýr tað seg um áttanda hvørt barn. Munirnir hanga eitt nú saman við, um mamman hevur eina langa, stutta ella als onga útbúgving, og hvussu nógv tvímálslig børn eru í kommununi. Hetta sigur tó ikki allan sannleikan, tí tey, sum hava staðið fyri kanningini, siga, at summar kommunur eru verri fyri enn væntað, tá ið lagt er upp fyri bakgrundini hjá børnunum. Tað vísir seg, at tað eru færri børn við málsligum avbjóðingum í teimum kommunum, sum leggja seg eftir at gera metingar av málinum hjá børnum, tá ið tey eru trý ára gomul.

- Greiningin vísir, hvussu væl ella illa kommunurnar megna at arbeiða við málsligu menningini hjá børnunum í kommununi. Tað er upplagt at spyrja, um tær eiga at gera meiri fyri at styrkja málsligu førleikarnar hjá børnunum, sigur Peter Østergaard, sum hevur gingið á odda í umrøddu kanning.

Børn læra mál heima, og eisini tá ið tey spæla við onnur børn í dagstovni ella dagrøkt.

- Tað góða er, at børn, sum búgva í kommunum, sum snarkanna málið hjá børnum tíðliga, hava góðar møguleikar at menna málið. Dagstovnar og dagrøktir eiga at brúka vitanina, sum er um mál hjá børnum, sigur Dorthe Bleses.

Herning vil hjálpa málinum hjá børnum

Herning Kommuna er ein av kommununum, sum hevur valt at gera metingar av málinum hjá børnunum í kommununi, tá ið tey eru 2-3-4 og 5 ár. Ymsu dagtilboðini kunnu velja, hvussu tey arbeiða við málinum. Summir dagstovnar leggur dent á lesispøl, tey syngja nógv ella taka lut í granskingarverkætlanum, sum hava við mál at gera. Í løtuni eru 60 fólk, sum arbeiða í dagtilboðunum, í ferð við at verða útbúgvin sum málvegleiðarar; á henda hátt verður meiri vitan um, hvussu námsfrøðingar kunnu menna málið hjá børnum á bestan hátt.

- Vit vilja, at børnini eru so væl fyri málsliga sum til ber. Einstøku dagstovnarnir gera sjálvir av, hvat teir gera; tað er tað, sum flytur mest, halda vit, sigur Bibi Salskov, deildarleiðari í Herning Kommunu.

Kelda: dr.dk

Savnsmynd

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni