Tíðindi
07.12.2021
Bókasavnið í Hvalbiar skúla húsast í eini lítlari stovu, men hóast tað er lítið í fermetrum, so er tað gott.
- Næmingarnir kenna seg væl á bókasavninum, teir fáa bókasavnskunning og verða eggjaðir at læna og lesa. Vit hava bókahillar og bókakarusell úti í skúlagonginum, og í ár hava vit keypt fýra lesisofur, ið hava greiðu lesireglurnar, at tað altíð eru næmingar, ið lesa, ið hava fyrsta rætt at sita í sofunum í fríkorterinum og í undirvísingartímunum, sigur Nita Næs, sum arbeiðir á bókasavninum.
Skal skúlabókasavnið virka sum ein orkudepil á skúlanum, eru hølini ov lítil, heldur Nita Næs.
- So mugu vit finna onnur høli, ella møguliga flyta tað út á gongina og innrætta eitt opið bókasavn. Eg havi einans 4 tímar um vikuna á bókasavninum, tað avmarkar sjálvsagt, hvussu nógv eg nái gjøgnum vikuna. Í dag er t.d. ikki pláss fyri, at flokkar kunnu sessast til upplestur á skúlabókasavninum. Vit hava flest allar bøkur, eins og tey stóru bókasøvnini, og vit eru í nýggju lániskipanini hjá Landsbókasavninum, har vit hava sjálvgreiðslu, so lærarar og næmingar kunnu lána bøkur – eisini tá eg ikki eri har.
Nita Næs heldur, at tað hevur nógv at siga, at lærarar koma við næmingunum á skúlabókasavnið, og at teir síggja týdningin at nýta ein part av undirvísingartímunum til hetta slag av virksemi.
- Tað tekur tíð hjá næmingunum at finna røttu bókina, og tann tíðin er væl farin. Nakrar av uppgávunum í Nem leggja upp til, at farið verður á bókasavnið; tað er so eisini ein háttur at vitja bókasavnið.
- Tá næmingar í 1. flokki vitja bókasavnið á fyrsta sinni, eru teir bilsnir at síggja so nógvar bøkur í Hvalba; teir spyrja stuttligar spurningar, og teimum dámar sera væl at koma á bókasavnið. Hendan undran heldur á nógv tey fyrstu árini, og prátið verður ofta øðrvísi inni á skúlabókasavninum enn tað er inni í skúlastovuni. Tað er nógv áhugavert og stuttligt ein kann tosa um, tá ið tað snýr seg um bøkur og tað at lesa. At skapa karmar fyri lesigleði og at royna at hava eina undirvísing, har næmingurin varðveitir lesigleðina øll skúlaárini, er ein týdningarmikil og avbjóðandi uppgáva hjá okkum lærarum, og sanniliga eisini ein áhugverd uppgáva.
Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021