Tíðindi
12.04.2023
Vit vilja øll, at alt skal eydnast okkum øllum væl, og í skúlanum er okkara ynski at stuðla næmingunum í at lukkast við tí, sum skúlin varðar av. Uppgávan hjá skúlanum er at stuðla børnum og ungum at búnast í treysti til sín sjálvs og til møguleikarnar í felagsskapinum og at læra alt tað, sum er ásett. Skúlin røkkur langt, og flestu næmingar verða møttir væl og trívast í skúlanum.
Lykilin til ein góðan fólkaskúla er lærarin. Tað er ein avbjóðandi uppgáva at vera lærari, og leiklutirnir, sum lærarin má átaka sær, eru ymiskir og krevjandi, tí er gott, at vit eiga trúfastar lærarar, ið taka ábyrgdina á seg. Vit hava eisini nóg nógvar útbúnar lærarar, samanborið við, hvussu tað er í fólkaskúlunum í grannalondunum, har stórt trot er á lærarum.
Skúlaleiðarin skal fáa gerandisdagin í skúlanum at hanga saman. Uppgávan er kompleks, og skúlin kann ikki alt, men tað skorta ikki hugskot at finna hóskandi og mennandi umstøður til næmingarnar. Avbjóðingin er heldur, at ásettu krøvini og fíggjarkarmurin eru avmarkandi. Hóast hetta vera verkætlanir og tiltøk skipað, so at lærarin fær nýtt sínar styrkir, og fleiri næmingar kunnu finna seg væl í skúlanum.
Vit hava fingið fleiri skúlatilboð til børn og ung, sum stríðast í vanliga skúlatilboðnum. Talið á serflokkum er økt, og móttøkuflokkar eru komnir til næmingarnar, sum ikki kenna okkara mál og mentan; við hesum náa vit enn fleiri næmingum uppaftur betur. Næsta fetið er at gera umstøðurnar í vanliga tilboðnum rúmligari. Politiskt er ætlanin at hava smærri flokkar, og at fleiri lærarar at vera um næmingarnar. Náa vit hesum, er tað eitt stórt frambrot fyri næmingarnar.
Føroyska málið eigur stóran stuðul í fólkaskúlanum. Málið hevur mangan verið undir trýsti, men nokk ikki sum í dag, har hvør telda og snildfon tosar eitt fremmant mál, og yngstu næmingarnir tosa enskt sínámillum. Lærararnir eru fremstir at varðveita føroyska málið, og tað er neyðugt, tí málið er so stórur partur av, hvørji vit eru.
Læraraútbúgvingin gongur rætta vegin, og vit kunnu gleðast um, at læraraútbúgvingin hevur áhuga millum ung, og at vit útbúgva nóg mikið av lærarum. Hvørt ár verða 35 tikin inn, og seinastu fimm árini hava í miðal 70 søkt til lærara. Hetta er eindømi í Norðurlondum, har teimum manglar lærarar, og tað eru ov fáar umsóknir til útbúgvingina.
Vit ganga ímóti einum tryggari og smidligari KT-gerandisdegi í skúlanum. Kervi+ og SkúlaNet fara at geva lærarum, skúlaleiðarum og næmingunum betri og tryggari KT-tænastur. Tá tøknin virkar, og vit kunnu kenna okkum trygg við hana, er hon ein góður tænari.
Vit eiga lærarar og skúlaleiðarar, sum eru stoltir av sínum arbeiði, og sum eru góðir við skúlan; hetta er besta trygdin fyri einum góðum fólkaskúla. Lívið sum lærari er ríkt og avbjóðandi, og tú veitst ikki, hvat næsta løtan bjóðar. Tað kann vera sera krevjandi, men nøgdsemið við, at næmingarnir lukkast, javnvigar. Skuldi eg valt yrki aftur, so valdi eg lærarastarvið hvørja ferð, tí tað er avbjóðandi, og sum lærari geri eg veruliga mun.
Vit, sum virka í fólkaskúlanum, kenna ábyrgd fyri skúlanum, men tað er politiska skipanin og landsstýrisfólkið, sum eiga formligu ábyrgdina. Fólkaskúlin hevur tørv á íløgum og dagføringum. Vit hava tikið til okkum, at allir flokkar vóru samdir á valfundinum í Læraraskúlahøllini, at fólkaskúlin átti teirra høgu raðfesting. Hetta gleðast vit um, og vit virka fegin saman við myndugleikunum at finna loysnir á einum dagførdum fólkaskúla, sum tænir næmingunum og samfelagnum.
Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablað nr 2, 2023, sum júst er komið.