Tíðindi
15.01.2016
Gransking vísir heilt greitt, at lesing er tann týdningarmesti faktorurin fyri at eydnast í skúlanum. Men hvat við næmingunum, sum longu duga at lesa, tá ið teir byrja í skúlanum? Hvussu stuðlar skúlin teimum? Og er tað framhaldandi umráðandi at menna lesiførleikarnar?
Dugir barnið væl at lesa, áðrenn tað byrjar í skúlanum, finnur tað upp á annað at gera, meðan lærarin lærir hini at lesa. Hesir næmingarnir keða seg rætt og slætt. Summir teirra eru ógvuliga kreativir, teir kunnu til dømis finna uppá at læra seg at lesa aftanífrá; aðrir kunnu finna upp á at órógva. Tað er skjótt, at hesir næmingarnir verða sæddir sum strævnir og dovnir.
Skúlin hevur skyldu til at geva øllum næmingum undirvísing, sum mennir teirra evni og fortreytir og í samstarvi við onnur. Men hvat hendir við næmingunum, sum hava hægri fortreytir í til dømis lesing? Nøktar skúlin teirra tørv? Hvørjir eru hesir næmingarnir?
Hetta eru næmingar, sum hava betri evni og førleikar á einum ella fleiri akademiskum økjum, (ofta í støddfrøði, máli, náttúruvísindi), tá ið teir verða samanbornir við javnaldrar. Teir kunnu bara menna teirra førleikar, um tørvur teirra verður viðurkendur og stimbraður í einum ríkum læriumhvørvi. Vanliga verður sagt, at hesir næmingarnir eru tvey ella fleiri ár framman fyri javnaldrarnar, tá ið talan er um at lesa vanligan tekst.
Tá ið talan er um at síggja, hvør dugir væl at lesa, er avgerandi at fáa greiðu á lesifatan og lesistigi, eftirsum nógvir næmingar longu tíðliga duga væl at lesa flótandi; fáa teir ikki avbjóðingar svarandi til, hvørjum stigi teir eru á, steðga teir upp í menning teirra, júst tí teir aldri fáa avbjóðingar.
Hví er umráðandi við stuðli og stimbran?
Næmingar, sum ikki fáa avbjóðingar og ikki verða stimbraðir, læra ikki at gera ein eyka innsats í lesing. Tí fáa teir vánaligar arbeiðsvanar. Um tað, næmingarnir ikki lesa, bjóðar vitanini og fatanini hjá næmingunum av, kemur ov lítið burtur úr læringini, hon verður rætt og slætt ikki nóg munadygg, og menningin steðgar ella verður seinkað.
Hvat kann lærarin gera?
Lærarin eigur at bjóða næminginum nógvar møguleikar at lesa tekstir av høgari góðsku. Skúlin eigur at hava yvirlit yvir tekstir, til dømis yrkingar, sjónleikir, ritroyndir, sjálvævisøgur, ævinsøgur og annað. Næmingar eiga at hava møguleikan at lesa fjølbroyttar tekstir, sum menna kunnleikan, vitanina og førleikarnar hjá teimum. Skilagott er tí at hava nøkur fólk í skúlanum, sum hava servitan í lesing og um tekstir, og sum seta saman eitt fjlbroytt yvirlit. Lærarum tørvar eisini skeið og eftirútbúgving í, hvussu næmingarnir verða mentir rætt og nóg mikið.
Kelda: http://utdanningsforskning.no/artikler/elever-som-allerede-kan-lese/