Tíðindi

Næmingum dámar væl at forrita

Skal forritan á tímatalvuna? Henda spurningin seta Vár í Ólavsstovu, námslektari, og Sjúrður Juul Ravnsfjall, KT-samskipari á Námsvísindadeildini.

28.03.2017

Í kjalarvørrinum av kanning av teldlanýtslu í trimum skúlum, har tveir skúlar høvdu givið sínum næmingum teldlar til undirvísingarbrúk, sum tey á Námsvísindadeildini hava staðið fyri, staðfest var, at teldlarnir vórðu alt ov lítið brúktir sum lærandi amboð í undirvísingini, var farið í holt við eina undirvísingargongd, har teldlarnir vóru sjálvt læringaramboðið. Lond kring okkum hava staðfest, at forritan er ein 21. aldar førleiki, sum hevur stóran týdning fyri almenna dannilsið, og tí er forritan nógvastaðni vorðið ein partur av curriculum. Við grundarlagi í hesum viðurskiftum gjørdu undirvísarar á Námsvísindadeildini av at gera eina lítla granskingarverkætlan, har tey fóru inn í ein 6. flokk og høvdu forritan í 5 vikur. Næmingarnir høvdu teldil, og tí valdu tey at brúka teldlarnar og eina app, sum nevnist “Hopscotch”. Tað vóru trý, sum tóku lut í verkætlanini: ein undirvísari, ein undirvísingarhjálpari og ein granskari.

Næmingarnir vóru sera hugsavnaðir, og tað var sum í grøvini, hóast teir arbeiddu sum hestar allir sum ein. Sum vikurnar liðu, og næmingarnir kendu seg væl við appini, kom meir røringur í, og teir hjálptu hvørjum øðrum við at spyrja og vísa. Tá undirvísingin var liðug, svaraðu næmingarnir spurnabløðum. Svarini góvu greiðar ábendingar um, at teimum dámdi sera væl at forrita, og at teir hildu seg hava fingið væl burturúr.

Eygleiðingin av frálæruni í forritan gav greitt tað svar, at næmingarnir arbeiddu væl, samstarvaðu væl, tey, sum høvdu loyst uppgávuna hjálptu øðrum, og øll vóru arbeiðssom og sera ágrýtin. Somuleiðis var sera góður arbeiðsfriður inni, sum er ein eygleiðing, sum vit hava gjørt í øðrum samanhangum eisini, at tá ið næmingar fáa skapt sær.

Forritan var ein royndarverkætlan, og hon gav greiðar ábendingar um, at næmingarnir tímdu væl, arbeiddu hugagóðir, vóru kreativir, lærdu gjøgnum spæl og samstarvaðu væl. Teir brúktu teldlarnar meira enn vanligt og tyktust fáa størri tryggleika í at brúka teir til meiri kreativar og sjálvstøðugar uppgávuloysnir.

Brot úr grein um forritan í Skúlablaðnum, sum kom 24. februar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni