Stabbamynd greinar
21.08.2023
Seinastu sjey árini er næmingatalið í serflokkum meiri enn trífaldað, frá at verða 68 næmingar skúlaárið 2016/17. Fyribils næmingatalið hetta skúlaárið sigur, at skúlaárið 2023/24 eru 233 næmingar í serflokki.
Leingi bert tann eini serflokkurin, sum var skipaður í Gulaskúla undir leiðslu av Sernámi og Venjingarskúlanum. Í 2019 kom kunngerðin “um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð”, og nú eru 12 serflokkar. Nýggjasti serflokkurin er Ljósástova, sum er skipað í Skúlanum á Argjahamri.
Tað eru serflokkar um alt landið, ein í Norðoyggjum, tveir í Eysturoynni, fimm í Havn, ein í Norðurstreymoy, ein í Vágoynni og tveir í Suðuroynni. Afturat serflokkunum eru eisini onnur smærri serliga skipað undirvísingartilboð í øðrum skúlum.
Í 2007 byrjaði tos um at skipa eitt undirvísingartilboð til næmingar við atferðartrupulleikum, tá varð eisini ein hálv millión sett av á fíggjarlógini til at skipa eitt tílíkt tilboð. Seinastu árini, tá teir nógvu serflokkarnir eru skipaðir, er eingin serstøk játtan sett av til endamálið, men hetta er fíggjað við at tað eru í stóran mun størri flokkar, at við at lærarar undirvísa fleiri tímar og renna skjótari.
Aftrat serflokkunum er eisini ein serskúli, tað er Skúlin á Trøðni. Í Skúlanum á Trøðni ganga umleið 50 næmingar.