Tíðindi

Næmingatalið í Hoyvíkar skúla veksur

Av góðum grundum fegnast skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Hans Jón Thomsen, um, at næmingatalið, sammett við seinastu innskriving í 1. flokk, er vaksið við 19 næmingum

01.02.2017

Hetta skúlaárið vórðu 20 næmingar innskrivaðir í 1. flokk í Hoyvíkar skúla, og 39 næmingar eru innskrivaðir í 1. flokk næsta skúlaár. Næstan dupult so nógvir næmingar sum árið fyri.
- Tað kunnu vera fleiri grundir til tað hækkaða næmingatalið í Hoyvíkar skúla. Eg fegnist bara um, at næmingatalið er hækkað við 19 næmingum sammett við seinastu innskriving. Hetta er gleðiligt, men samstundis undrar tað meg ikki, at foreldur velja Hoyvíkar skúla. Eg veit, at Hoyvíkar skúli er ein góður skúli við dugnaligum lærarum, sigur Hans Jón Thomsen.
Hans Jón Thomsen sigur, at í ár tóku Hoyvíkar skúli og leiðarin í frítíðarskúlanum í Hoyvík stig til ein kunnandi fund fyri foreldrum at børnum, ið eftir ætlan skuldu byrja í 1. flokki á sumri 2017. Endamálið við fundinum var at greiða foreldrunum frá skúlagongdini í Hoyvíkar skúla og frítíðartilboðnum í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og harvið geva foreldrunum bestu fortreytir fyri at velja, hvar børnini skuldu innskrivast.
- Hetta var eitt væleydnað átak, har hópin av foreldrum møttu upp. Afturmeldingarnar hava eisini verið jaligar, og foreldur eru sum heild glað fyri, at tey verða kunnað um skúlagongdina og frítíðartilboðið, áðrenn børnini verða innskrivað í 1. flokk, sigur Hans Jón Thomsen.
Av tí at Skúlin við Løgmannabreyt, har Hans Jón Thomsen hevur starvast í seks ár, hevur verið yvirbókaður tey seinnu árini, hevur tað havt við sær, at mong av teimum, ið flyta til Føroya at búgva, senda fyrispurning til Hoyvíkar skúla. Eisini tí, at mong teirra flyta til Hoyvíkar – tann nýggja býin í býnum Tórshavn.
- Vit fáa eisini nógvar fyrispurningar frá foreldrum, ið ætla at seta búgv í Hoyvík. Hetta ber í sær, at næmingatalið í Hoyvíkar skúla veksur støðugt, sigur skúlastjórin.
Síðan elsti parturin av Hoyvíkar skúla varð bygdur og tikin í nýtslu í 1977, er næmingatalið støðugt vaksið øll árini. Upprunaliga var skúlin ætlaður til sjey flokkar og einar 120 næmingar. Miðskeiðis í áttatiárunum var skúlabarnatalið vaksið so mikið nógv, at tað var vorðið ov trongligt í skúlanum. Tá var gjørt av at byggja uppí upprunaliga bygningin. Tá ið skúlin í 1989/90 varð umbygdur og víðkaður, var ætlanin, at hann skuldi rúma 14 flokkum, tveimum av hvørjum árgangi. Skúlin fekk framhaldsdeild í 2009.

Myndin:
Skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Hans Jón Thomsen, sum tók við stjórastarvinum tann 17. mars 2016, fegnast um góðu gongdina í Hoyvíkar skúla, og at næmingatalið í skúlanum veksur. Hann fegnast ikki minst um, at Hoyvíkar Skúli, eins og aðrir skúlar, er ein partur av tí góða føroyska fólkaskúlanum. Í løtuni eru 42 starvsfólk og 347 næmingar í Hoyvíkar skúla

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni