Tíðindi

Næmingaráðið loddar dýpið í hádeildini í Vestmanna

Í næstum sleppa teir 46 næmingarnir í hádeildini í Vestmanna skúla til orðanna í eini kanning. Í kanningini kunnu teir geva sítt íkast til, hvat kann gerast betri í skúlanum.

06.11.2024

Talan er um eina kanning, sum næmingaráðið ger. Hugskotið er sprottið úr næmingaráðsskeiðnum, sum var herfyri kring landið. Undirvísingarstýrið skipaði fyri; Anne Mette Friis, fyrrverandi aðalskrivari í UNICEF Danmark, hevði upplegg fyri næmingum og lærarum, og tá greiddi hon frá týdninginum at geva næmingum ávirkan á egin viðurskifti.

- Tað er mangan soleiðis, at teir næmingar, sum rópa harðast og kanska eru best umtóktir, hoyrast best. Í hesi kanningini sleppa allir næmingarnir í hádeildini til orðanna, og hvør teirra kann siga, hvat teir halda hevur týdning fyri skúlan og gerandisdagin í skúlanum. Lærarar kunnu hava eina ímynd um, hvat næmingarnir vilja, og hvat teir halda hevur týdning, men tað er als ikki vist, at tað er soleiðis, sum vit halda. Tey vaksnu, sum hava ávirkan á skúlan, hava øll ynski um at gera tað gott fyri næmingarnar, men tað er ikki altíð, at tað, vit gera, hevur ta ávirkanina, sum vit vilja, og tí er umráðandi at hava næmingarnar við, sigur Elin Maria Ó. Olsen, varaskúlastjóri.

Hvat er tað so, at næmingarnir kunnu ynskja sær?

- Við at allir næmingar sleppa at siga sína hugsan, fáa vit eina meiri fjøltáttaða mynd av, hvat teir hugsa og vilja, tá ið talan er um viðurskiftini inni og úti í skúlanum. Upprunaliga gjørdu Kristianna Vinniedóttir, skúlastjóri, og eg nakrar spurningar, sum næmingaráðið kundi nýta sum dømi. Síðani sluppu tey at broyta spurningarnar og svarmøguleikarnar, umframt at gera nýggjar spurningar. Spurt verður um alt, frá hvat næmingarnir kundu hugsað sær av lutum at stytta sær stundir við í fríkortinum, til um teir vilja hava list á veggirnar. Teir verður eisini spurdir, um teir vilja hava meiri rørslu í skúlan, um teir vilja hava einkulttímar ella dupulttímar og so framvegis. Teir verða bidnir um at raðfesta í svarunum, soleiðis at vit síggja, hvat hevur størst týdning fyri teir. Tað ber eisini til at skriva egin hugskot. Tað ber sjálvandi ikki til at ganga øllum ynskjum á møti, men eg hugsi, at sumt ber lættliga til.

Kanningin verður gjørd talgild í komandi viku, og úrslitið verður tøkt alt fyri eitt. Tá ið úrslitið er greitt, fer næmingaráðið at arbeiða við úrslitinum saman við skúlaleiðsluni, og tá verður raðfest millum ynskini, sum eru komin inn.

Riggar kanningin væl, so hugsa vit at gera tað sama í yngru deildunum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni