Tíðindi
17.03.2025
Í september í fjør var Anne Mette Friis gestur hjá Námi og Undirvísingarstýrinum, sum í felag skipaðu fyri verkstovum í fleiri skúlum kring landið, har evnið var næmingaráðsarbeiði og týdningurin av hesum. Verkstovurnar vórðu hildnar í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, í Kollafjarðar skúla, í Runavíkar skúla, í Vágs skúla og í Skúlanum á Argjahamri.
Anne Mette Friis vísir á, at eitt og hvørt næmingaráð er týðandi liður í grundhugsjónini um demokrati, fólkaræði, ið fólkaskúlin sum ein grundsúla í samfelagnum, skal byggja á.
– Næmingaráðini eru eitt slag av demokratiskum mentaskapi, dannilsi, og skúlin er ein ógvuliga týðandi og avgerandi liður og karmur um ta demokratisku samrøðuna, ið skal búgva næmingarnar at vera til reiðar og taka aktivan lut í fólkaræðinum, sigur hon.
Tað eru næmingarnir sjálvir, sum velja umboð í næmingaráðini, og tað fær valla verið ein meiri demokratisk tilgongd, heldur hon.
Hon vísir á, at næmingaráðini skulu tryggja, at rættindi hjá børnum verða vird. Næmingaráðini eru tí ein trygd fyri, at næmingar verða sæddir og hoyrdir og tiknir við upp á ráð í øllum týðandi viðurskiftum á skúlanum, ið viðkoma næmingunum. Næmingaráðini hava eisini heimild til og kunnu skipa fyri tiltøkum og átøkum í skúlanum, eitt nú trivnaðarátøkum.
Spurningurin er so, hvussu tilvitskan verður kveikt um barnarættindi og týðandi leiklutin hjá næmingaráðunum.
Anne Mette Friis er ikki í iva um, at tað er eitt arbeiði, sum dagliga má og skal fara fram í skúlunum, og fremsta amboðið til tess er samrøðan. Tann demokratiska samrøðan, har øll sjónarmið verða hoyrd og vird.
Men tað er eisini umráðandi, heldur hon, at tað við jøvnum millumbilum verður skipað fyri serligum tiltøkum og átøkum, sum varpa ljós á barnarættindi og viðurskifti hjá næmingum. Tað er tí eitt gott og sunt tekin, heldur hon, at flestu skúlar í Føroyum hava havt umboð við á verkstovunum, ið hava riggað avbera væl.
Á verkstovunum hevur verið arbeitt við amboðum og venjingum, sum næmingaráðini, skúlaleiðslurnar, lærarar og starvsfólk og skúlastýrini kring landið kunnu nýta og njóta gott av í gerandisdegnum og stuðla upp undir arbeiðið. Eisini hevur verið skipað fyri styttri framløgum um barnarættindi og leiklutin hjá næmingaráðnum í síni heild.
Men hví hevur tað yvirhøvur týdning at viðgera rættindi hjá børnum?
Tað eru tað fleiri góðar orsøkir til, sigur Anne Mette Friis.
Í fyrra lagi sigur barnarættindasáttmálin hjá ST, at børn hava rættindi og skulu verða tryggjað eitt trygt og gott lív, eitt nú við góðari skúlagongd.
Í seinna lagi tryggjar sáttmálin, at børn hava rætt til egnar meiningar og egin sjónarmið og skulu verða hoyrd, tá ið avgerðir verða tiknar í málum, sum hava týdning fyri børn og viðurskifti teirra.
– Stundum hava vaksin lyndi til at halda, at tey vita, hvat er tað best fyri barnið. Men spyrja vit børnini beinleiðis, hvat tey sjálvi halda og hava upp á hjarta, kann tað ofta vísa seg, at svarið er eitt heilt annað og grundleggjandi øðrvísi, enn tey vaksnu høvdu væntað og roknað við, sigur Anne Mette Friis.
Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt, í Skúlablað nr 1, 2025.