Tíðindi

Næmingaráðini eru ein íløga í samfelagið

Næmingaráð eru ein týdningarmikil partur av skúlalívinum, sum geva næmingum møguleikan at verða hoyrdir og at ávirka sína egnu skúlagongd. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

07.03.2025

Við at skapa eitt forum, har næmingar fáa møguleika at taka lut í avgerðum og arbeiða saman um at betra um skúlan, trivnaðin o.a. stuðla næmingaráðini undir fólkaræðisliga uppaling og menning av týdningarmiklum førleikum. Júst hetta er í samsvari við fólkaskúlalógina, har tað í §2 stk. 3 stendur m.a: “at skúlin skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.”

Júst hetta, ið er siterað, byggir væl undir, hvussu týdningarmikið tað er, at skúlar hava næmingaráð. Við at geva næmingunum eina rødd og møguleikan til ávirkan á sítt nærumhvørvi fáa vit ein skúla, har næmingarnir trívast betur, og sum teir hava eitt heilt persónligt samband til.

Hetta er ein týdningarmikil partur av fólkaræðisligu uppalingingini, har næmingar læra um týdningin av at verða hoyrdir og at taka lut í fólkaræðisligum mannagongdum.
Við at taka lut í næmingaráðum fáa næmingar eina betri fatan av, hvussu fólkaræði virkar, og hvussu teir kunnu ávirka avgerðir í skúlanum og seinni eisini í samfelagnum.
Næmingaráðini eru ein íløga í alt samfelagið, og vit verða lønt við upplýstum, búnum og skilagóðum borgarum, tá skúlagongdin er liðug. Júst sum ætlanin við fólkaskúlanum er.

Hetta gevur eisini næmingunum møguleika at ogna sær leiðsluførleikar. Teir læra at skipa fundir, taka avgerðir, og arbeiða saman sum eitt lið. Teir læra at leggja fram, grundgeva og at kjakast um tað, teir meta er rætt. Hetta eru førleikar, sum eru týdningarmiklir bæði í skúlanum og í framtíðar arbeiðslívi. Eg ímyndi mær, at næmingar, sum hava verið virknir í næmingaráðum, ofta hava betri førleikar at leiða og samstarva við onnur, tí teir frá ungum árum hava roynt hetta og tískil eru vanir við at gera hetta.

Næmingaráð skal vera við til at tryggja, at øll fáa eitt gott skúlalív. Við at lurta eftir ynskjum og hugskotum frá næmingum kunnu næmingaráð koma við broytingum, sum gera skúlan betri fyri øll. Hetta kann vera alt frá at skipa fyri felags tiltøkum til at arbeiða fyri betri umstøðum í skúlanum. Næmingaráð kunnu eisini skipa fyri trivnaðartiltøkum, sum styðja upp undir eitt jaligt og stuðlandi umhvørvi í skúlanum. Hetta kann fevna um alt frá at skipa fyri vinadøgum og trivnaðarkappingum til at arbeiða fyri at fyribyrgja happing og at stuðla góðum samskifti millum næmingarnar. Við at leggja dent á trivnað kunnu næmingaráð hjálpa til at skapa eitt tryggari og meira vinaligt skúlaumhvørvi. Hetta fer at merkjast, tí næmingarnir fara at føla seg meira knýttar at skúlanum og hava eina betri heildaruppliving av síni skúlagongd. Hetta er við til at bøta um umstøðurnar hjá næmingum og lærarum.

Luttøka í næmingaráðum kann eisini styðja upp undir persónliga menning hjá næmingum. Teir læra at taka ábyrgd, at arbeiða við málum og at loysa trupulleikar. Hetta kann geva teimum sjálvsálit og eina kenslu av at hava ávirkan á sítt egna lív. Hetta er ein týdningarmikil partur av menningini sum einstaklingar og kann hava jaliga ávirkan á teirra framtíð.

Sum lærari eri eg sera fegin um, at næmingaráðini eru virkin. Næmingaráðini eru týdningarmikil og kunnu veruliga gera stóran mun. Tí er tað gleðiligt, at lærarar og leiðslur leggja so nógva orku í at fáa alt at rigga.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni