Tíðindi
26.02.2025
Fyri lítlum mánaði síðan sendi Barna- og útbúgvingarmálaráðið út uppskot til kunngerð um næmingaráð til hoyringar. Fríggjadagin – 28. februar – er síðsta freist hjá avvarðandi pørtum at viðmerkja uppskotið.
Tá ið talan er um endamálið verður sagt, at við næmingaráðum hava næmingar eitt stað, har teir hava høvi at viðgera mál av felags áhuga, at menna samstarv og felags ábyrgd, har næmingarnir virknir taka lut, og viðgera mál í eini fólkaræðisligari tilgongd, og at tryggja, at næmingarnir verða hoyrdir í øllum málum, har fyriskipanir verða settar í verk, ið hava ávirkan á læring, trivnað og undirvísingarumstøður.
Kunngerðin sigur, at í skúlum, sum hava 5. flokk og eldri floksstig, skulu næmingarnir stovna næmingaráð. Skúlar, ið hava yngri næmingar enn hetta, skulu eisini sum liður í demokratisku tilgongdini geva næmingunum møguleika at stovna eitt næmingaráð – sambært endamáli fólkaskúlans.
Sambært kunngerðini er tað skúlastjórin, sum hevur ábyrgdina av, at næmingaráðið ger sítt arbeiði, og at næmingaráð verða vald. Hann kann tilnevna lærara ella annað starvsfólk at verða samstarvsfólk hjá næmingaráðnum. Hvat tað er fyri starvsfólk annað enn lærari talan kann verða um, verður ikki nágreinað. Næmingaráðið umboðar næmingarnar á fundi við leiðslu skúlans, skúlastýri, námsfrøðiliga ráðið, kommununa og aðrar viðkomandi partar.
Val er til næmingaráð á hvørjum ári í seinasta lagi hálvan septembur. Allir næmingar skúlans hava valrætt og valbæri til næmingaráðið. Valfundur skal vera tvær vikur undan valinum.
Í uppskotinum til kunngerð verður tilskilað, hvussu næmingaráðini verða skipað eftir skúlastødd, og harumframt eisini nágreinað, hvussu arbeiðið fer fram í næmingaráðnum. Eitt nú verður sagt, at allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Næmingaráðið er viðtøkuført, tá ið meira enn helvtin av limunum eru møttir á fundi. Stendur á jøvnum, er forfólksins atkvøða avgerandi.
Næmingaráðið leggur eina ætlan fyri næmingaráðsarbeiðið komandi skúlaárið. Næmingaráðið hevur rætt til at ummæla øll mál, sum viðvíkja næmingunum bæði avgerðir, sum kommunan, skúlastýrið, skúlaleiðslan og landið taka. Einar tvær ferðir um árið eigur næmingaráðið at hoyra næmingarnar.
Skúlastjórin játtar fígging til næmingaráðsarbeiðið av árligu fíggjarætlan skúlans.
Tú kanst lesa alt uppskotið her
Í Skúlablaðnum, sum verður borið út hesa vikuna, eru fleiri greinir um næmingaráð.
Mynd: iStock.com