Tíðindi

Næmingarnir vilja, at lærarin lesur søgur fyri teimum

Bókadeild Føroya Lærarafelags sýnir fram bøkur á aðalfundinum í morgin hjá Føroya Lærarafelag, sum eru væl umtóktar at lesa upp fyri næmingunum. Ritstjórar frá Bókadeildini vera eisini til staðar, so tey kunnu hitta nógvar lærarar og tosa saman um bøkurnar.

28.04.2023

Tað eru ríkar løtur, tá lærarin lesur fyri næmingunum. Nógv okkara minnast eisini løturnar frá okkara egnu skúlatíð, tá ið lærarin las søgu fyri okkum. Vit sótu rúnarbundin, meðan lærarin las ella fortaldi. Vit høvdu ilt við at halda tárunum aftur, tá søgan var syrgilig, og vit fingu ongan frið á okkum, tá søgan var spennandi.

Hóast nógv er broytt síðstu árini, samfelag, skúli og næmingar, so gerast næmingar í dag eins spentir og rúnarbundnir av góðum søgum sum fyrr. Í báðum lesivanakanningunum, sum eru gjørdar (2017-2018 og 2020-2022), kemur fram, at næmingum dámar sera væl, tá ið lærarin lesur søgur. Næmingar siga, at lærararnir duga so væl at fortelja, at teir úttrykkja seg við brøgdum, keipum og øllum kroppinum og fáa næmingarnar at sita pinnastillir, meðan tað verður fortalt. Næmingar elska hesar løturnar.

Tá ið tað er sagt, so kemur eisini fram, at tað verður ikki fortalt ella lisið eins nógv sum fyrr. Næmingar siga, at tað var fortalt og lisið, tá ið teir vóru yngri – gingu í yngri flokkum. Sambært næmingunum, so gevast nógvir lærarar at lesa upp og fortelja fyri børnum, áðrenn tey koma í 6. flokk. Allir næmingarnir siga, at tey høvdu ynskt sær, at meiri varð lisið og fortalt fyri teimum, tí lærarar duga so væl at siga frá.

Um tað er pensum, sum skal røkkast, og alskyns krøv, sum gera, at lítil tíð er at lesa søgu, kunnu vera ymsar meiningar um. Tað er tó ein sannroynd – sambært báðum lesivanakanningunum, – at tað er sera ymiskt í skúlunum kring landið, hvussu høgt tað at lesa fyri børnum verður raðfest. Og tá ið vit sambært somu kanningum eisini síggja, at tað er lærarin, sum kann gera tann stóra munin, so er skilagott at finna løturnar ella seta løtuna av til søguna. Tí vit vita frá gransking, at okkum tørvar søgur og skaldskap. Vit finna okkum til rættis í lívinum ígjøgnum søgur. Børn brúka eitt nú spæl og søgur at spegla sær í, at royna seg í, at læra í og at menna seg í. Ígjøgnum skaldskap kunnu vit lesa um, hvussu onnur liva og uppliva, og hvussu tey hugsa og føla. Hetta ber ikki til í veruliga gerandisdegnum, tí vit sleppa ikki inn í høvdið og tankarnar á øðrum. Eisini kunnu vit lesa um støður og umstøður í skaldskapinum, sum vit kanska ongantíð sjálvi koma í, og kortini megna vit at kenna okkum aftur í persónunum. Vit fáa innlit í, at vit sum menniskju eru ymisk; hava ymisk kor og ymsar fortreytir; og soleiðis kunnu vit læra um okkum sjálvi ígjøgnum onnur; læra at skilja onnur, ið eru øðrvísi enn vit.

Lesturin kann soleiðis dýpa okkara sannkenning og rúmka okkara hugburð og fatan av øðrum, tí vit gerast tilvitin um, at vit eru ikki einsamøll, men hoyra til sama felagsskap, tó at vit kanska liva í ymiskum samfeløgum og hava ymiskar tilverutreytir. Hetta er tað týdningarmesta, ið tann góða søgan hevur at geva okkum: Innlitið í okkara egna dýpi og víðskygni út í heim.

Tað ber til at lesa nýggju lesivanakanningina her: https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2022/11/lesivanakanning2022.pdf

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni