Tíðindi
07.01.2025
Í samstarvsavtaluni stendur, at børn og ung í skúlaaldri skulu hava bestu umstøður at trívast, læra og mennast í skúlunum, menniskjaliga og fakliga. Næmingarnir skulu hava góðar karmar til spæl, kreativitet og sosiala samveru, so at felagsskapurin og børnini hava bestu fortreytir at trívast.
Samgongan fer tí at dagføra og røkja okkara skúlabygningar, fimleikahallir, svimjihyljar og at raðfesta undirvísingartilfar sum bøkur og bókasavn. Kommunan stuðlar undirvísing við rásum, sum skúlar í kommununi bjóða.
Trygg ferðsluviðurskifti hjá børnum, ið eru til gongu, við bussi og á súkklu til og frá skúla, verða raðfest. Við skúlarnar verður eisini skipað fyri góðum av og á skipanum.
Samgongan hevur sett sær fyri at arbeiða við at fáa eina matarskipan til børn í skúlum og á dagstovnum.
Farið verður undir at tekna, projektera og byggja Hoyvíkar skúla.
Tá ið talan er um frítíðina hjá børnum og ungum, verður sagt, at góðir og sunnir felagsskapir við fjølbroyttum frítíðartilboðum eru ein savningarmegi við nógvari styrki, ið gevur okkum góða sálarliga og kropsliga heilsu. Tann sunni felagsskapurin er eisini fyribyrging. Tí skulu vit hjúkla um felagsskapir, sum hava tilboð til børn, ung, vaksin og eldri. Sannlíkindini fyri, at øll finna eitt frítíðartilboð, sum teimum dámar, eru betri, um vit stuðla einum fjølbroyttum frítíðarumhvørvi við góðum kørmum at virka undir.
Uttan mun til førleikar og sosiala støðu eiga øll at rúmast í fjølbroytta frítíðarlívinum í kommununi. Fíggjarstøðan hjá familjuni skal ikki vera avgerandi fyri, um børn og ung eru virkin í frítíðini. Øll skulu kunna luttaka og virka á jøvnum føti.
Kommunan eigur nógvar bygningar og høli, ið einans verða brúkt ein part av degnum.
Hesir fermetrarnir skulu gagnnýtast betur til fleiri endamál. Tað er eingin orsøk til, at góð høli standa tóm, samstundis sum vit mangla høli til frítíðarvirksemi.
Allar ítróttarhallir skulu vera atkomiligar at brúka, tá ið tær ikki eru í nýtslu. Vit vilja stuðla rørslugleði og tí fría spælinum.
Vit fara at bøta um umstøðurnar fyri sjódypping, sum er eitt vaksandi frítíðarítriv.
Vit skulu røkja tað, sum vit eiga. Kommunan eigur nógv frítíðar- og ítróttarøki og nógvar hallir, sum treingja til viðlíkahald og nútímansgerð.
Eftirspurningurin eftir tímum á ítróttarøkinum er stórur, og í einari langtíðaríløguætlan fer samgongan at gera av, hvat er skynsamast at gera hvar og nær.
Les alt samstarvsavtaluna her.