Tíðindi

Næmingarnir ikki snildfon við í skúla í Eysturkommunu

Í skúlanum í Eysturkommunu eru eingir trupulleikar av fartelefonini; í øllum førum ikki í skúlatíðini. Næmingarnir sleppa nevniliga ikki at hava snildfon við í skúla.

16.01.2025

Reglurnar viðvíkjandi fartelefonnýtslu eru greiðar í skúlanum í Eysturkommunu. Tær hava støði í skíggjaráðunum, sum Fólkaheilsuráðið gjørdu fyri nøkrum fáum árum síðan. Skúlaleiðslan og námsfrøðiliga ráðið hava saman við skúlastýrinum orðað reglurnar.

- Meginreglan er, at telefonin skal ikki við í skúla. Hóast tey kunnu hava knappatelefon við og hava hana í taskuni, síggja vit so at siga ikki næmingar taka hana fram. Undantøk kunnu verða gjørd, um tað eru serligar umstøður, og tey skulu verða avtalað við flokslæraran. Í teimum førunum mæla vit til knappatelefon, sigur Atli F. Johansen, skúlastjóri.

Skúlastjórin heldur, at ein orsøk til, at tað gongur væl at halda skúlan telefonfrían, er tí, at næmingarnir eru ungir – úr forskúla upp til hádeild. Men støðan hevur ikki altíð verið sum nú.

- Fyri einum ári ella so síðan róptu lærarar varskó, tí onkur hevði tikið myndir av næmingum og slíkt. Tað vóru nakrar óhepnar støður við telefon millum næmingar. Tí tóku við málið upp og gjørdu av at fáa telefonina út úr skúlanum. Foreldraráðið í hvørjum einstøkum flokki í skúlanum hevur havt reglurnar til ummælis. Vit vóru ógviliga spent at vita, hvat tey fóru at siga. Tað vísti seg, at øll foreldrini tóku undir við reglunum, sum vit høvdu í uppskotini.

Reglurnar í skúlanum í Eysturkommunu:

* Á skúlunum í Eysturkommunu hava næmingarnir ikki snildfon við í skúla.  
* Um tørvur er á at hava telefon við í skúla, mæla vit til, at tað er ein knappatelefon, sum liggur sløkt í skúlataskuni.  
* Um tørvur er á at hava eitt snild-ur við, so skal tað vera óvirkið í skúlatíð. 
* Hevur næmingur tørv á at ringja, kann hann venda sær til sín lærara ella skrivstovuna.  
* Eru serligar umstøður galdandi, t.d. sjúka ella annað, kunnu undantøk frá reglunum omanfyri verða gjørdar í samráð við flokslæraran.  
* Um lærari kemur eftir, at telefonreglurnar ikki verða hildnar, skal telefonin latast læraranum, sum leggur hana á skrivstovuna. Lærarin kunnar foreldur/avvarðandi um, at næmingurin hevur mist telefonina.    Telefonin fæst aftur, við at foreldur ella avvarðandi koma á skrivstovuna eftir henni. Skrivstovan hevur opið frá kl. 08.00 - 12.00. 
* Liggur tað ikki fyri hjá foreldrum at heinta telefonina í skrivstovutíð, ber til í hvørjum einstøkum føri at gera eina avtalu við flokslæraran ella leiðsluna um, hvussu foreldur ella avvarðandi fáa telefonina. 
 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni