Tíðindi

Næmingar í Vestmanna skúla sett orð á góðan trivnað

Í november gjørdi næmingaráðið í hádeildini í Vestmanna skúla eina trivnaðarkanning millum næmingarnar. Nú er kanningin greinað.

21.01.2025

Betri vesiviðurskifti, fleiri borðspøl og amboð at brúka í rørsluløtum, fleiri sofur í miðhøllini, har tey eru í fríkorterunum, meiri tíð í ítróttahøllini, fleiri steðgir í tímunum og annað slíkt er millum tað, sum næmingar í Vestmanna halda hevur týdning fyri trivnaðin. Í november gjørdi næmingaráðið í hádeildini saman við leiðslu skúlans eina kanning fyri at vita, hvat næmingarnir halda hevur týdning fyri trivnaðin.

- Vesiviðurskiftini eru eitt, sum næmingarnir ofta taka fram. Tey vilja hava meiri nýtímans vesi, har vesiklivarnir eru meiri afturlatnir og fleiri vesikummur. Sum heild leggja næmingarnir stóran dent á góð hølisviðurskifti. Tey vilja eisini hava fleiri tiltøk, sum hava til endamáls at samansjóða tey; tað er til dømis at hava morgunmat, spæl, spurnarkappingar og annað hugnaligt fast á skránni av og á, slíkt sum hevur týdning fyri felagsskapin í hádeildini, sigur Elin Maria Ó. Olsen, varaskúlastjóri og samskipari av næmingaráðnum í hádeild.

Tað hava verið ymsar óhepnar hendingar á bókasavninum, sum hava gjørt, at hurðin til bókasavnið er læst, tá ið eingin lærari er til staðar. Hetta halda næmingarnir er keðiligt, tí teir vilja sleppa inn á bókasavnið, tá ið teir hava hug.

- Vit skilja væl, at næmingarnir vilja inn á bókasavnið, og vit ynskja eisini, at bókasavnið skal vera opið og nógv brúkt, so vit fara at gera onkra skipan. Tá ið tað snýr seg um sjálva undirvísingina, vilja næmingarnir hava meiri rørslu í undirvísingina, meiri føroyskan dans og fleiri steðgir, tá ið dupulttímar eru. Vit hava nýliga umskipað tað soleiðis, at vit hava dupulttímar heldur enn einkulttímar, og tí taka næmingarnir væl undir við í kanningini.

Telefonpolitikkur skúlans er, at næmingarnir hava ikki telefon við í skúla. Reglurnar eru gjørdar í samráð við foreldrini. Kortini eru tað næmingar, sum vilja hava telefon við í skúla.

- Vit lurta eftir næmingunum, men akkurát viðvíkjandi telefonini fara vit neyvan at eftirlíka ynskinum. At seta forboð fyri, at næmingarnir hava telefon við í skúla, lættir nógv um arbeiðið hjá lærarunum at hava eyguni við, um næmingar taka telefonina fram.

Nógv av tí, sum næmingarnir vilja hava, er skúlin við næmingaráðnum á odda longu í holt við at útvega teimum. Næmingaráðið arbeiðir sjálvt við málunum, sum tey taka fram í kanningini.

- Ynskini hjá næmingunum eru ógviliga rímilig, og næmingarnir kunnu rokna við, at nógv av tí, teir taka fram í kanningini, fara vit at eftirlíka, sjálvandi innan fyri rímiligt kostnaðarmark.

Hetta er fyrstu ferð, at næmingaráðið ger slíka kanning. Hugskotið til kanningina er sprottið úr næmingaráðsdegnum, sum Undirvísingarstýrið hevði fyri øllum næmingaráðunum í landinum nakað herfyri.

- Slíkar kanningar hava týdning, tí allir næmingar koma til orðanna, eisini teir, sum annars ikki rópa hart. Nær vit fara at endurtaka kanningina, fer næmingaráðið at viðgera.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni