Tíðindi
24.02.2016
Hóast undantøk eru, siga flestu álítandi kanningarnar, at næmingar í smáum flokkum læra meiri í skúlanum samanborið við næmingar í flokkum, har nógvir næmingar eru, sigur Björn Öckert, granskari. Hann arbeiðir á instituttinum fyri arbeiðsmarknað og útbúgving í Uppsala.
Saman við Peter Frederiksson og Hessel Oosterbeek almannakunngjørdi hann í 2012 eina kanning, har teir fylgdu næmingum í 4.-6. flokki í Svøríki ígjøgnum alla útbúgvingarskipanina og út á arbeiðsmarknaðin. Tá var eitt hámark í Svøríki fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í flokkinum. Var talið 31 næmingar ella fleiri á einum árgangi, var flokkurin býttur sundur í tveir flokkar. Granskararnir samanbóru við skúlar við 30 næmingum í árganginum við skúlar við 31 næmingum og fleiri. Skúlarnir vóru sambæriligir, men flokkarnir vóru ógvuliga ymiskir.
Næmingar, sum gingu í einum lítlum flokki í 4.-6- flokk, kláraðu seg munandi betur í skúlanum samanborið við næmingar í størri flokkum. Fram um aðrar vóru tað næmingar úr familjum við láginntøkum, sum høvdu mest at vinna at ganga í smáum flokkum, sigur Öckert.
Næmingar í smáum flokkum frá 4.-6. flokk fingu sær longri útbúgving, og tey endaðu eisini við hægri løn sum vaksin.
Nógvar kanningar eru gjørdar um stórar og smærri flokkar, og hvar er best fyri næmingin. Björn Öckert heldur, at kanningarnar eru ikki gjørdar á rættan hátt.
Yvirorðnaðar greiningar vísa ikki, hvussu munadygt tað er at ganga í einum lítlum flokki. Álítandi kanningarhættir vísa vanliga, at næmingar, sum ganga í smáum flokkum, klára seg betur.
Hann undirstrikar tó, at undantøk eru; ein norsk kanning frá 2008 av næmingum í 7.-9. flokk vísir, at tað hevur ikki týdning, um flokkurin er stórur ella lítil.
Kelda: Utdanning
Mynd: Ólavur Frederiksen