Tíðindi
05.10.2021
Øll starvsfólk og allir næmingar skúlans møttu til morgunsang í fimleikahøllini. Eftir morgunsangin komu skúlastýrislimir óvæntað á vitjan. Leivur á Lakjuni, formaður í skúlastýrinum, legði út við at greiða næmingunum frá, hvørji tey eru í skúlastýrinum, hvat tey arbeiða við, og hví tey møttu upp í dag.
Síðan fekk Hanna Jensen, kommunustýrisumboð og rektari á Miðnámi á Kambsdali, orðið og flutti fram røðu.
Til seinast handaðu næmingar gávur til lærarar – og til námsfrøðingar, sum eisini hava ein týðandi leiklut í at fáa undirvísingina at rigga á bestan hátt.
Eftir eina góða hugnaløtu í fimleikahøllini fóru næmingar, námsfrøðingar og lærarar aftur í gongd við evnisdagarnar, sum eru hesa vikuna.
Kl. 10.00 var morgunmatur, sum leiðslan og Fuglafjarðar kommuna bjóðaðu – og eisini her var gjørt nógv burturúr.
Á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar skúla kunnu tit lesa røðuna, sum Hanna Jensen, helt, og eisini síggja myndir frá degnum: https://ffs.fo/?post_type=post&p=28577