Tíðindi

Næmingar í 7. flokki fáa fyrstuhjálparskeið

Skúlaárini 2025/2026 og 2026/2027 verða fyrstuhjálparskeið boðin øllum 7. flokkum í skúlunum í Føroyum.

14.10.2024

Reyði Krossur Føroya bjóðar í samstarvi við Betri Stuðul næmingum í 7. flokki kring alt landið ókeypis skeið í fyrstuhjálp. Betri Stuðul ber allan kostnaðin.

Í 2023/2024 fingu allir næmingar í 7. flokkum í Føroyum fyrstuhjálparskeið. Nøgdsemi og jaligu afturmeldingar hava við sær, at Betri Stuðul leingir avtaluna. Avtalað er, at skúlaárini 2025/2026 og 2026/2027 verða fyrstuhjálparskeið boðin øllum 7. flokkum í skúlunum í Føroyum. Í hesum skúlaárinum fáa somuleiðis næmingarnir í 8. flokki sama tilboð.

Reyði Krossur Føroya metir, at øll eiga at duga fyrstuhjálp. Við hesum samstarvinum við Betri Stuðul er gott grundarlag at røkka hesi hugsan.

Undirvísingin gevur ætlandi næmingunum møguleikan at ”halda høvdið kalt” í eini bráðstøðu og hjálpa einum skaddum á bestan hátt, um tað er at hjúkla um ella at hjálpa á staðnum og møguliga ringja 1-1-2.

”Duga tey fyrstuhjálp, kunnu tey bjarga lívinum á øðrum, um illa vil til. Tað er besta gávan, vit kunnu geva – bæði næmingunum og samfelagnum sum heild. Tað er ein íløga í eitt hægri trygdarstig, tí tess fleiri, ið duga fyrstuhjálp, tess tryggjari eru vit øll.” (Endurgeving av heimasíðuni hjá Betri.)

Ynski er, at næmingarnir eisini nýta vitanina til at hugsa seg um og meta um, hvussu tryggast er at vera í eini og hvørji støðu – soleiðis at skaði helst ikki verður.

Næmingar í hesum aldri eru virknir innan nógvan ítrótt og somuleiðis í øðrum frítíðarítrivum. Somuleiðis eru mong tilboð á kvøldi og í vikuskiftum, har annar vaksin ikki altíð eru hjá. Tá er serliga gott, at tey ungu duga at ansa sær og somuleiðis at hjálpa øðrum.

Við dygdargóðari fyrstuhjálparundirvísing vil Reyði Krossur Føroya leggja lunnar undir, at bæði børn, ung og vaksin kenna seg trygg og rólig í vandastøðu.

Jákup av Skarði er samskipari av fyrstuhjálparskeiðum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni