Tíðindi
16.03.2022
UH í PISA stendur fyri “un heure”, sum merkir ein tími. UH er serlig kanning innan PISA, sum er ætlað næmingum við serligum tørvi. Hendan kanningin er í vavi uml. helvtin av vanligu kanningini. Næmingar, sum fara til UH-kanning, kunnu nýta hjálpiamboð og eisini fáa vegleiðing frá vaktunum. Í Føroyum hava vit ongar royndir við hesum enn. Men aftan á seinastu PISA-kanningina í 2018 varð gjørt av at søkja um, at føroyskir 9. floks næmingar, sum hava tørv á hjálpiamboðum, sleppa at taka lut í eini UH-kanning. So statt verður hetta roynt fyri fyrstu ferð í PISA 2022.
Umframt UH-kanningina fáa hesir næmingar eisini útvegað spurnarblaðið um sítt bakstøði. Spurningarnir eru teir somu, ið næmingar, sum fara til vanligu PISA-kanningina, fáa. So statt fara svarini frá PISA-spurningunum um bakstøði næminganna at geva eina enn størri heildarmynd og eitt fullfíggjað svarúrslit, av tí at allir føroyskir 9. floks næmingar svara somu spurningum. Og tað fer at geva okkum enn fleiri hagtøl, sum eiga at verða granskað, annars gevur tað lítla og onga meining at vera við í slíkari kanning.
Í tíðarskeiðnum 7. mars til 1. mai fara 9. floks næmingar aftur til PISA-kanning. PISA-kanningin var upprunaliga sett at verða í 2021, men orsakað av COVID-19 varð hon útsett til í ár.
Fyrsta PISA-kanningin var í 2000, og hon hevur verið hildin triðja hvørt ár síðan. Føroyar vóru fyrstu ferð við í 2006, og tað er sostatt sjeyndu ferð, at føroyskir næmingar taka lut í kanningini, telja vit undankanningina frá 2005 við.
PISA er ein altjóða kanning um vitan og kunnleika hjá 15 ára gomlum næmingum, sum OECD skipar fyri. Endamálið við kanningunum er at geva eina mynd av, hvussu væl 15 ára gomul eru fyrireikað at møta framtíðar avbjóðingum og duga at nýta førleikar sínar í veruliga lívinum. Dentur verður lagdur á almennar førleikar og í minni mun vitan ella kunnleika um heimlig umhvørvi.
Í flestu londum, sum taka lut, verður ein umboðandi partur av teimum 15 ára gomlu næmingunum útvaldur. Í smærri londum, so sum Føroyum og Íslandi, taka allir næmingar lut. Í hvørjari PISA-kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað. Tey eru lesiføri, støddfrøði og náttúruvísindi. Til hvørja kanning verður høvuðsdentur lagdur á eitt av hesum økjunum. Harumframt verður eitt serevni kannað. Høvuðsøkið í ár verður støddfrøði, og serevnið verður ”skapandi hugsan”. Umframt spurningar í teimum trimum fakligu økjunum verða næmingarnir eisini bidnir at svara spurningum um sítt bakstøði, eitt nú skúlagongd, kyn, familjustøðu, frítíðarvirksemi og hugburð til skúlagongd.
Les alla greinina í Skúlablaðnum, sum kemur 23. februar.
Savnsmynd