Tíðindi

Næmingar við at gerast orðleysir

Næmingarnir eiga ikki orðini at lýsa tað, teir vilja siga. Nógv hava bara eitt orð fyri tað ymiska. Tað sigur Jacoba Lervig, lærari í føroyskum

04.11.2021

Jacoba Lervig, lærari í føroyskum í Eysturskúlanum, hevur rættað stílar hjá næmingum í hádeildini seinastu 20 árini; eisini próvtøkustílar úr skúlum ymsa staðni í landinum. Munurin millum stílar, næmingar skriva í dag, samanborið við fyri nøkrum árum síðan, er stórur. Næmingar í dag duga betur handverkið at greina og tulka, samanborið við fyrr, men málsligi búnin er nógv versnaður.

- Tað er eingin ivi um, at stílarnir ella framsetingarnar, sum tað eitur á skúlamáli, gerast verri og verri. Næmingarnir eiga ikki orðini at lýsa tað, teir vilja siga. Nógv hava bara eitt orð fyri tað ymiska. Eg plagi at siga við næmingarnar, at ein stílur skal hava stíl, at teir skulu gera sær ómak at lýsa tað, teir vilja siga, at teir ikki skulu brúka somu orð aftur og aftur, men tað, eg síggi, er, at teir brúka somu orð aftur og aftur. Setningsbygnaðurin er bronglaður, líkist kodusamansetingum; tað virkar, sum setningarnir skulu vera so stuttir sum til ber. Næmingarnir leggja seg ikki eftir at orða seg væl og vakurt og við fjølbroyttum máli. Eisini næmingar, sum annars duga væl og sera væl, hava eitt orðafátækari mál í dag samanborið við fyrr. Stílarnir eru tí einstáttaðir, illa skrivaðir fullir við endurtøkum, og teknsetingin er heilt út av lagi. At tað liggur so illa fyri at seta teknini rætt, undrar meg, tí næmingar læra at seta tekn; teir duga bara ikki at seta tekn í teksti, sum teir skriva sjálvir.

Ein orsøk til vantandi skriviførleikarnar er, at næmingar fara ov seint undir at skriva stíl, heldur Jacoba Lervig. Lærarar fáa ikki niðurskurð fyri at rætta stílar fyrr enn í áttanda flokki, og tað er ein stórur meinbogi fyri stílaskriving, tí hon krevur, at lærarar brúka nógva tíð at rætta og geva afturmelding. Um somu tíð er talið av skrivligum avrikum í hádeildini minkað, og tað ger støðuna uppaftur verri.

- Vantandi skriviførleikarnir hanga eisini neyvt saman við, at næmingar lesa lítið. Hóast tað ikki er krav sambært námsætlanunum, at næmingar í hádeildini lesa heildarverk, so eiga lærarar at krevja tað av næmingunum. Eg eri púra samd við teimum, sum siga, at tað hevur verið ein vanlukka fyri móðurmálslærugreinina, at kravið um hetta er tikið burtur í námsætlanunum. Allir flokkarnir, sum eg havi í hádeildini, lesa heildarverk, og eg veit, at aðrir flokkar í hádeildini eisini gera tað, og tað er tí, at lærarar vita, hvussu stóran týdning tað hevur fyri lesi- og skrivimenningina hjá næmingunum. Onkuntíð lesa mínir flokkar í hádeildini tvey, onkuntíð trý heildarverk. Hvussu nógv heildarverk ymsu flokkarnir lesa, veldst nógv um, hvussu flokkurin er fyri fakliga, og hvat næmingarnir serliga hava brúk fyri. Flokkurin, sum eg nú havi, tørvar nógva skrivivenjing, og tí fari eg at brúka nógva tíð upp á tað; eg má raðfesta tað fram um at lesa heildarverk.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni