Tíðindi
26.03.2025
Í kunngerðini um næmingaráð frá 2019 stendur millum annað, at næmingaráðið í samstarvi við leiðslu, lærarar og onnur starvsfólk skulu røkja áhugamál næminganna. Eisini hevur næmingaráðið rætt at ummæla øll mál, sum snúgva seg um næmingaviðurskifti, og næmingaráðið hevur rætt til at úttala seg um øll mál og rætt til at biðja um innlit í fyrisitingina eftir galdandi reglum um innlit.
- Tá ið vit lesa ein tekst sum kunngerðina um næmingaráð í fólkaskúlanum, so eiga vit at geva okkum far um, hvør uppgávan hjá næmingaráðunum í veruleikanum er. Hon er stór, og um vit veruliga meina, at vit skulu fáa næmingaráðini at virka, so eiga vit samstundis eitt nú at hugsa um atkomu í samband við lógartekst. Lógir og kunngerðir eiga og mugu vera skrivaðir í næmingahædd, so tey megna at umsita uppgávuna, sum tey hava fingið, heldur Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim.
Í Kollafjarðar skúla eru tvey næmingaráð. Eitt fyri næmingar í 1. flokki til og við 4. flokk, og hitt frá 5. flokki til og við 9. flokk. Har verða hvørt ár valdir tveir næmingar úr hvørjum flokki, og strembað verður eftir, at ein genta og ein drongur verða vald fyri hvønn árgang.
- Við at hava nøkunlunda sama tal av gentum og dreingjum í næmingaráðunum, so tryggja vit bæði teimum og okkum ein breiðari skara av røddum. Tað er ein ávísur munur á, hvat ávikavist gentur og dreingir halda, ynskja og hugsa, vísir Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim á.
Í Kollafjarðar skúla hava tey vitvíst og virkið valt at brúka næmingaráðið á ymiskum økjum so sum at meta um góðskuna av innbúgvi, hitan í skúlastovunum, valt evni til evnisviku, skipa fyri kappingum, at fáa fleiri enskar bøkur á bókasavnið, betra um vesiviðurskifti, og Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim leggur aftrat:
- Næmingaráðini hava eisini hugt at, hvussu fríkorterini eru skipað. Allir næmingarnir hava fríkorter í senn, og teir merktu, at eldru næmingarnir stýrdu ov nógv, kanska serliga á vøllinum. Teir hildu tí, at tað var skilabetri, um árgangirnir vóru býttir sundur. Hádeildin ynskti harafturat at sleppa oftari í høllina, og soleiðis vóru næmingarnir við til at fáa fríkorterini fjølbroyttari. Hetta var seinni eftirmett, har genturnar tá gjørdu vart við, at tær onkuntíð vildu at hava vøllin fyri seg sjálvar, og so broyttu vit tað. Soleiðis kunnu næmingarnir hava eina rødd og ítøkiliga ávirka skúladagin.
Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 1, 2025.