Tíðindi

Næmingar sleppa ikki at njóta fagurbókmentir í skúlanum

Nógvir miðnámsskúlanæmingar fáa onga undirvísing í teimum viðurskiftunum, sum leggja upp til at njóta fagurbókmentir og fordjúpa seg í upplivingini at lesa eina góða bók, sigur Spoke Wintersparv, granskari. Í staðin verða viðurskifti, sum kunnu mátast og eftirkannast, raðfest. Avleiðingarnar eru ein ófullfíggjað undirvísing, har tað at kunna lesa bókmentir sum fagurfrøðiligur lesnaður verður burtur

27.05.2022

Spoke Wintersparv, sum granskar í skúlaviðurskiftum, hevur arbeitt sum lærari í enskum og svenskum í miðnámsskúlum í Svøríki í tíggju ár. Fleiri royndir hann fekk at undirvísa í bókmentum, meiri fór hann at hugsa um fagurfrøðilig viðurskiftini í lesingini, og hvussu lærarar arbeiða við teimum í undirvísing í dag. Tað vil siga teimum sjónarhornunum ella viðurskiftunum, sum leggja upp til at njóta lesingina; tær upplivingarnar, sum gera lesingina meiningsfulla, og sum geva okkum innlit og perspektiv um lívið. Nú eru hesir tankarnir komnir út í ritgerð. Ljós verður varpað á, hvussu lærarar í svenskum í dag hugsa um hesar spurningarnar.

– Hetta er áhugavert, tí undirvísing í fagurbókmentum hevur í sær perspektiv, sum ikki kunnu mátast, sigur Spoke Wintersparv, granskari við Umeå universitet.

Spoke Wintersparv savnaði dátu inn við at gera ymsar kanningar; eitt nú gjørdi hann eygleiðingar í skúlastovum og samrøður við næmingar og lærarar. Til samans tóku umleið 30 lærarar lut í kanningini. Meðan hann eygleiddi í skúlastovunum, gjørdist tað honum greitt, at undirvísingin í fagurbókmentum fyri tað mesta hevði til endamáls at geva næmingum amboð sambært vitan um bókmentir; tað speglar tað, sum dentur verður lagdur á í samfelagnum, nevniliga, at alt skal kunna mátast í landsroyndum og altjóða royndum, sigur Spoke Wintersparv.

– Avleiðingarnar eru, at førleikarnir hjá næmingum at lesa bókmentir verða afturúrsigldir í eini tíð, har úrslit, sum kunnu vigast og mátast, verða raðfest, heldur hann og sigur frá, at lærarar fyrst og fremst eru noyddir at raðfesta læring, sum er grundað á fakta, fyri at lúka treytirnar, sum standa í námsætlanum og læruætlanum, sigur hann.

Í staðin fyri verður lesiupplivingin bara eitt ískoyti til undirvísingina og nakað lærarar varpa ljós á, um stundir eru til tað. Og tað eru tað sjáldan.

– Um lærarin eittans arbeiðir á henda hátt, tað er við at brúka frymlar at lesa bókmentir, so hevur tað við sær, at høvuðsorsøkin til at lesa fagurbókmentir verður atskilt frá bókmentaundirvísingini í skúlanum, sigur Spoke Wintersparv.

Hvat er tað so, sum verður gjørt?

– Til dømis fyllir tað nógv at tosa um frásøgusnildi, stíllegu ella fakta um høvundar. Megnar næmingurin at ogna sær førleikar í hesum viðurskiftum, er hann tryggjaður gott skoðsmál, tá ið hann fer upp til roynd og próvtøku.

Spoke Wintersparv heldur, at vandi er á ferð við at fata fagurbókmentir úr einum nyttusjónarhorni, tað vil at lesa bókmentir við tí fyri eyga at stimbra lesifatan, lesiførleika, málmenning og lesiferð heldur enn nakað, tú kanst njóta.

– Tað er lætt hjá læraranum, at leggja dent á antin hetta ella hitt. At fagurbókmentir skulu vera nyttugur ella kular í staðin fyri, at heildin er í fokus. Tað at njóta bókmentir útilokar ikki tey viðurskifti, sum eru gagnlig at duga eisini, men tekur tú lesiupplivingina burtur úr undirvísingini, verður tað bara ein hálv ella ófullfíggjað undirvísing.

Spoke Wintersparv staðfestir, at næmingar, sum einki lesa í frítíðini og tí bara koma í samband við bókmentir í skúlanum, eru í vanda fyri at fáa eina skeiva fatan av, hvat fagurbókmentir kunnu, um lesiupplivingin verður tikin burtur úr undirvísingini.

– Upplivingin er jú fremsta orsøkin til, at vit velja at lesa bókmentir, aftur og aftur. Um skúlin ikki gevur næmingum møguleikan at nærkast eini bók við øðrum endamáli enn at taka tað, sum er grundað á fakta, fram, so verður undirvísingin í bókmentum bara instrumentell. 

Kelda: lararen.se

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni