Tíðindi

Næmingar samráðast um betri skotsmál

- Ein markleys gongd, halda granskarar.

09.02.2017

”Tað eru tvey ting, tú skalt. Fyrst skalt tú vísa tað, tá ið tú fert upp í roynd, og síðan skal lærarin geva tær hægsta skotsmálið,” sigur ein næmingur, sum gongur á síðsta ári á miðnámsskúla í Noregi; samrøða er við hann í eini granskingarverkætlan, sum norskir granskarar hava staðið fyri.

Hann greiðir errin frá, hvussu hann bar seg at, nevniliga við at tosa við lærararnar, tá ið eingin undirvísing var; hann spurdi teir, hvat teir høvdu gjørt í feriuni og tosaði við teir, sum vóru teir serfrøðingar:

”Práta eitt sindur, og kom so brádliga inn á ein fakligan spurning. Og so siga teir: ”Ja, við tínum evnum, so hevur tú góðar fortreytir at fá besta skotsmálið í hesi lærugreinini.”

Síðsta orðið er ikki sagt, hóast skotsmálið fyri uppgávuna lýsir móti næminginum. Tað vita ungfólkini, og summi teirra gera nógv við at fáa fyrimunir, siga granskararnir.

Tey stríðast fyri, at tað besta skotsmálið, sum tey hava fingið í eini roynd, eisini endar sum ársmet, sigur Berit Lødding, granskari við Nordisk institutt í Noregi.

Saman við starvsfelagum sínum hevur hon havt samrøðu við 31 næmingar og 32 lærarar; tey hava givið til kennar, hvat tey halda er eitt rættvíst skotsmál. Næmingarnir, sum ganga á 8 skúlum, koma úr miðalklassaheimum, tað vil siga, at teir hava foreldur, sum hava høga útbúgving og høga inntøku. Um hugburðurin hjá hesum næmingum er umboðandi fyri næmingar flestar, vita granskararnir ikki.

Næmingarnir kappast um lestrarpláss á hægri útbúgvingarstovnum, og tí eru teir áhugaðir í, hvat kemur at standa í próvnum.

Nógv stendur upp á spæl, sigur Idunn Seland, granskari.

Næmingar kæra um skotsmálini, biðja um at sleppa upp til nýggja roynd og royna at fáa lærararnar at gera, sum teir vilja.

Í dagsins skúla er tað ein ævigur kampur um at fáa góð skotsmál; fyrr var tað hinvegin miðaltalið á øllum skotsmálunum, sum gjørdist endaliga talið. Eitt vánaligt skotsmál í september hevur einki at siga fyri endaliga skotsmálið síðst í skúlaárinum; tað siga reglurnar í Noregi. Reglurnar hava til endamáls at geva næmingunum møguleika fyri at arbeiða fyri betri skotsmálum, men tað kann eisini fara ov langt, ávara granskarar.

Hetta er ein markleys gongd, tí møguleikin at fáa eina nýggja meting er altíð har, sigur Lødding.

Summir næmingar duga at brúka henda møguleikan. Teir tosa við lærararnar, tá ið teir hava eitt høvi, og spyrja, hvat teir kunnu gera fyri at fáa betri skotsmál.

Samráðingarnar hjá næmingunum við lærararnar um skotsmálini føra til, at munur verður gjørdur á næmingur, tí skotsmálini treyta, um næmingurin dugir at tosa fyri seg ella ikki, halda granskarar. Granskararnir hava ikki spurt næmingarnar, hvat teir halda um hesa skipanina, men teir halda, at hon er útlúgvandi. Næmingar, sum vilja hava bestu skotsmál alla tíðina, hvíla aldri. Teir brúka allar møguleikar at gerast betri næmingar, teir vilja í samband við lærararnar alla tíðina, í fríkorterunum, í skúlastovuni, í telduposti, alla staðni, alla tíðina.

Støðugt fleiri næmingar seta spurningar við skotsmálini, teir fáa, vísa tøl frá norska útbúgvingarmálaráðnum. Í 2008 vóru 6400 kærur um skotsmálini í skrivligum próvtøkum í miðnámsskúlum, í 2010 var talið 9000 og í 2015 ikki minni enn 12.200 kærur. Kærur vórðu sendar um 6 % av skotsmálunum í 2015 samanborið við 3,4 % í 2008.

Kelda: forsking.no

Lesið alla greinina á: http://forskning.no/samfunn-skole-og-utdanning-sosiologi/2016/11/elever-forhandler-om-bedre-karakterer

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni