Tíðindi
30.12.2024
Næmingarnir hjá Marianne Hundebøls sita til reiðar í skúlastovuni. Tíðin er komin at lesa søgu, og teir sita pinnastillir. Um ein nál dettur á gólv, hoyrir tú hana. Marianne Hundebøl fer undir at lesa. Næmingarnir lurta hugagóðir, og hugflogið fer á flog.
Hetta er ein støða, sum nógvir lærarar óivað kenna. Men tað, sum er serligt í júst hesum døminum, er, at næmingarnir ganga í áttanda flokki. Marianne Hundebøl er lærari á Sct. Mariæ skúla í Aalborg; hon ger eisini undirvísingartilfar og er lærugreinaráðgevi, og upplestur er eitt evni, hon brennir fyri. Vanliga er tað at lesa søgu fyri børnunum ein natúrligur partur í grunddeildini, ofta í móðurmálsundirvísingini, men so hvørvur upplesturin so hvørt næmingarnir gerast eldri, vísir Marianne Hundebøl á.
Men soleiðis eigur tað ikki at vera, tí tað eru nógvir fyrimunir og ágóðar við upplestri. Eisini hjá eldri næmingum. Hon tekur fram tað sosiala aspektið, sum ger móðurmálsfakið til meiri enn eitt fak. Nevniliga ein felagsskap.
“Tað hevur ógvuliga nógv at siga at vera felags um eitthvørt í einum flokki. Og tað er tað, sum upplestur kann. Hann skapar ein felagsskap,” sigur Marianne Hundebøl og heldur fram: “Vit hava ein heim, sum er so fragmenteraður. Vit skunda okkum víðari til tað næsta á skránni. Upplestur gevur okkum eitt andarhol, har tað bara eru vit og teksturin. Tað er ein máti at fáa fakið at liva. Har kemur ein pulsur, og so læra næmingarnir seg at fordjúpa seg.”
At lesa hart samanborið við upplestur
“At lesa hart og upplestur verða ofta blandað saman. At lesa hart er, tá teksturin verður endurgivin ein til ein. Tú lesur tekstin hart fyri at vísa, at tú dugir tekstin. Upplestur er hinvegin, tá ið tú ert hátalarin hjá tekstinum. Tú brúkar røddina, kroppin og áherðslu og herðing – tú ger tekstin livandi.
Venja empativøddan
Kenneth Jakobsen Bøye er ritstjóri og rithøvundur hjá forlagnum Alinea. Eisini hann er fortalari fyri at lesa upp í teimum eldru flokkunum. Hann sær bæði fakligar og sosialar fyrimunir við at lesa fyri næmingum í hádeildini.
“Ung fólk sita ofta einsamøll framman fyri ein skíggja. Tað er ein heilt øðrvísi uppliving, tá onkur lesur upp fyri tær og tínum floksfelagum. Saman uppliva tey margfeldi, og tey víðka samstundis sjónarringin. Ikki minst, tá ið tú hoyrir, hvussu vinirnir uppliva og reagera upp á tekstin, sum verður lisin. Hetta er við til at venja empativøddan,” sigur Kenneth Jakobsen Bøye.
Øll uppliva tekstir ymiskt, men upplesturin gevur eitt felags útgangsstøði, har tú kanst vera saman um upplivingina. Og júst hann felags upplivingin ger allan munin. Tú kanst gerast bilsin av, hvussu floksfelagarnir uppliva og reagera upp á tekstin, og tað kann geva tær nýggj sjónarhorn at skilja og uppliva søguna.”
“Eg minnist, at eg hevði ein 8. flokk, har eg las eina yrking eftir Emil Aarestrup. Yrkingin hevði eitt erotiskt tema. Tá ið eg var liðugur at lesa, var púra kvirt. So rætti ein drongur hondina upp, og við reyðum kjálkum segði hann: “Hevði tú vitað, hvørjar myndir eg geri mær í høvdinum nú, so hevði tú aldri torað at lisið yrkingina upp!” Og so tosaðu vit leingi um, hvat tað kann geva okkum at lesa yrkingar, har vit kunnu skapa okkara egnu myndir í høvdinum. Hetta prátið høvdu vit ikki havt, um næmingarnir lósu yrkingina sjálvir innantanna,” sigur Kenneth Jakobsen Bøye.
Kenneth Jakobsen Bøye og Marianne Hundebøl vísa bæði á, at summir tekstir, til dømis yrkingar og prosa, hava uppiborið at verða lisnir upp. Tá ið tú lesur upp, leggur tú áherðslu á orð, sum eiga at verða lisin við áherðslu.
Øll javnbjóðis
Umframt at víðka sjónarringin hjá næmingunum og styrkja felagsskapin, er upplestur eisini ein góður máti at menna málkunnleikan hjá næmingunum. Tað heldur Laila Kjærbæk, sum granskar í máli hjá børnum.
“Upplestur er eitt gott hugskot, tí tað kann nakað. Talumál og skriftmál eru hvør sítt, og at lurta til annað enn talumál er stórur fyrimunur. Tá ið onkur lesur upp, kunnu næmingar lurta eftir setningum, sum eru longri og væl bygdir upp, tað er setningar, sum teir vanliga ikki hoyra í gerandispráti,” sigur Laila Kjærbæk.
Tað ber valla til at tosa um undirvísing uttan at tosa um næmingalagað undirvísing. Júst upplestur er sera gott amboð, tá ið talan er um at røkka næmingum, tí allir næmingar fáa sama útgangsstøði sama hvussu væl teir duga at lesa.
“Summir næmingar lesa ikki so nógv, tí teir hava avbjóðingar at lesa. Tað kann vera, at teir lesa seint, hava trupulleikar at lesa ella eru orðblindir. Tí mugu teir kýta seg ógvuliga nógv, tá ið teir lesa, og tá hvørvur dýpdarfatanin,” sigur Laila Kjærbæk.
Hetta hevur eisini við sær, at næmingarnir møta fleiri ymiskum tekstum, enn teir sjálvir høvdu valt at lisið.
“Um lærarin dugir væl at lesa fyri næmingunum, smittar eldhugin hjá læraranum á næmingarnar. Hetta er ein góður máti at fáa næmingarnar við. Og so er tað eisini ein møguleiki at tosa um søguna aftaná. Tá kunnu næmingarnir veruliga gera seg galdandi og hugleiða saman um tekstin, tí teir hava allir sama útgangsstøði,” sigur Laila Kjærbæk og heldur fram: “Gevur tú næmingunum eina tvístøðu at taka støðu til – út frá tekstinum, har tað ikki bara er eitt svar, so fert tú at síggja ein heilt annan áhuga frá næmingunum. Eg havi upplivað, at næmingarnir halda fram at tosa um søguna eftir at tímin er liðugur, og fríkorterið er byrjað.”
9 góð ráð til tín, sum lesur fyri næmingum í hádeildini
Marianne Hundebøl og Kenneth Jakobsen Bøye eru stórar fortalarar fyri upplestri. Her eru góð ráð um, hvussu tú kanst gera:
Les bara tekstir, sum tú sjálv ella sjálvur heldur eru góðir.
Skapa rúm og pallskifti, tá tú lesur upp.
Vel stuttar tekstir.
Grundgev fyri, hví tú lesur upp.
Les aldri ein tekst upp, sum tú ikki hevur vant at lesa upp.
Tær nýtist ikki at gera røddir. Tú kanst kortini fáa ognarskap á tekstinum.
Hugsa um rýtmuna í tekstinum.
Set tíðina av, sum er neyðug, og far ikki undir at lesa, beint áðrenn tímin er liðugur.
Ger tað aftur og aftur. Tú rakar ikki plett hvørja ferð.
“Barnsligt”
Tá ið upplestur er so gevandi, kunnu vit spyrja okkum sjálv, hvussu tað ber til, at upplestur hvørvur í teimum elstu flokkunum. Tað eru fleiri viðurskifti, sum gera seg galdandi, men siðvenja og tíð eru týdningarmikil viðurskifti.
“Siðvenja spælir stóran leiklut. Upplestur verður sætt at vera nakað, sum tú ger saman við yngri børnum. Tað er í grundini løgið, tí tað er einki, sum stimbrar meiri enn júst upplestur. Eg hoyri ofta grundgevingina, at lærarar hava ikki tíð, men so kann mann venda tí á og siga, at mann hevur ikki tíð at lata vera – hugsa, at mann kann náa so nógv í senn,” sigur Kenneth Jakobsen Bøye.
Marianne Hundebøl hoyrir eisini ofta grundgevingina um vantandi tíð, og tað ger Laila Kjærbæk eisini. Hon vísir á tíðina sum ein trupulleika og hevði viljað, at skúlarnir høvdu meiri rásarúm, soleiðis at lærarar sjálvir fakliga kundu mett, hvat tíðin eigur at verða brúkt til.
“Eg skilji væl, at teir ikki halda seg hava tíð, og tað er harmiligt. Bara tí at børnini hava lært at lesa, merkir ikki, at teir av sær sjálvum fáa góðar vanar til halda fram at lesa góðar tekstir og bøkur,” sigur Laila Kjærbæk.
Men eitt er púra vist, og tað er, at tú aldri er ov gamal til upplestur – at hoyra søgur. Og eisini um næmingarnir kanska halda, at tað í byrjanini er eitt sindur barnsligt. Tað snýr seg um at bróta ta útsøgnina og venja næmingarnar við upplestur sum púra natúrligt í undirvísingini.
“Mamma mín, sum er 75 ár, hevur stóra gleði av at lurta eftir ljóðbókum, sum eisini er upplestur. Tú eigur at hugsa upplestur sum eitt supplement – eitt ískoyti, tí tað kann nakað annað enn at sita og lesa sjálvur. Eg taki ikki undir við grundgevingini, at tú kanst gerast ov gamal til at hoyra søgur,” sigur Laila Kjærbæk at enda.
Kelda: alinea.dk
Mynd: iStock